Veðrið kundi ikki verið betur tá størsta árliga útisetatiltakið, Reggatain í Ishøj, varð hildin á 20. ári leygardagin seinasta vikuskifti. Tað er Bátafelagið Neystið sum skipar fyri Atlantic Airways Regatta og sum hevur gjørt hetta hesi seinastu 20 árini. Væl av fólki hittust um tiltakið, harav flestu føroyingar. Tiltakið byrjaði við skrúðgongu við róðrafólkinum og góður sangur frá Húsakórinum, sum vóru í føroyskum búna. Setanarrøðarin í ár var Ólavur á Heygum, sum var við til at fyrireika fyrstu stevnuna í 1987, sum tá kallaðist fyri Færø Regatta. Úr vøkru røðu síni nevndi Ólavur m.a. nólsoyingin Ova Joensen, sum róði úr Føroyum til Lange Linje í Keypmannahavn, har tíggju túsund fólk og fjølmiðlar við bátum, úr luftini og á landi heiðraðu hann fyri bragdið. Ólavur legði dent á, at hettar tiltakið kemur ikki av sær sjálvum, tískil skal henda Regatta stuðlast við kærleika framyvir. Ólavur endaði røðuna við at seta Atlantic Airways Regatta 2007.
Í ár luttóku 25 bátsmanningar úr Svøríki, Grønlandi, Føroyum og ymsastaðni úr Danmark. Har vóru old boys, old girls, Norðurlendskur róður, 10 mannafør veteranar, dreingir, gentur og 10 mannafør menn.
Aftaná heiðursmerkjahandanina spákaðu folk niðan í hugnaliga neystið, sum bátafelagið eigur.
Fyriskipararnir úr Neystinum vóru sera takksom fyri, at somikið nógvir gestir komu til Ishøj at hugna sær og á hendan hátt stuðlaðu bátafelagnum. Um kvøldið spældi LM-Band til dansin, sum endaði, tá ljóst var. Dansurin spældi væl av, fólk vóru glað og lívlig. Sunnudagin var eisini okkurt á skránni so sum andlistmáling fyri børnini og annað. Meira um tiltakið á www.neystid.dk
Edmund S. Jacobsen