Nógv fólk í Svínoy í dag

Í dag er nógv fólk úti í Svínoy í sambandi við, at minnisvarðin »Dropi í lívsins havi«, sum Edward Fugloy hevur gjørt, verður avdúkaður.

Klokkan 13 var gudstænasta í Svínoyar kirkju, har Jóhannes Purhus, sóknarprestur og bispur prædikar.

##med2##

Eftir guðstænastuna verður farið til minnisvarðan, sum liggur úti á Bø har drúgv skrá er við røðum og sangi. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, Heri Joensen prestur, Poul Sivar Olsen, ein av stigtakarunum og Edward Fuglø. listamaður røða við minnisvarðan. Eisini er kórsangur á skrá við 17 Sangarum og “Teimum av Váli”, eins og felagssangur.

##med3##

Dávur Winther tók myndirnar í Svínoy.