Miðlahúsið var mest sum fult, tá ið nýggja bókin hjá Suna Merkisstein ?Bjartur lýsir Kyndilslogin? bleiv løgd fram í Miðlahúsinum fyrr í dag. Bókin umrøður tey fyrstu 50 árini hjá felagnum Kyndli og er í sonnum eitt megnarverk.
Niels Nattestad byrjaði við at siga nøkur orå um søguna hjá Kyndli, og hann snakkaði eisini eitt sindur um arbeiði við bókini. Eftir hetta segði sjálvur høvundurin, Suni Merkisstein nøkur orð, áðrenn Annsy Høghamar handaði tvær áv bókunum vekk sum gávur. Hesar fóru til Hannis Jacobsen, sum var við til at seta Kyndil og stovn, og sum hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri felagið. Hin fór til Havnar býráð, og her var Heðin Mortensen komin at taka ímóti henni. Eisini hann segði nøkur fá orð.
At enda tók fyrrverandi formaðurin í Kyndli, Jóannes Dalsgarð, orðið, og hann segði eisini nøkur orð um gongdina hjá Kyndli og takkaði samstundis øllum fyri teirra megnar arbeiði viðvíkjandi bókini.
Bókin um 50 ára søguna hjá Kyndli umrøður tó ikki bert Kyndil. Hon lýsir fyrstu hondbóltsárini her á landi sera væl, og so er hetta ein áhugaverd bók fyri allar hondbóltsáhugaðar føroyingar.