Nógv fólk til Klaksvíkar

Handilsfelagið í Klaksvík hevur ikki verið so virki seinastu tíðina, og nú er tað mest John William Joensen, ið sveiggjar stýripinninum

Handlarnir hava verið meira positivir í seinastuni.
- Vit hava longri opið í jólamánaðinum, og jólavikuna er opið leingi hvørt kvøld, sigur Sørin Jacobsen, ið eigur Sportmaster í Klaksvík.
Hann sigur, at John William Joensen mest sum hevur yvirtikið Handilsfelagið í Klaksvík, sum ikki hevur verið serliga aktivt.
- Tað tykist, sum handlarnir eru meira positivir nú, og tað liggur eisini betri fyri hjá John William Joensen við plássi. So tað hevur hann megna væl, sigur Sørin Jacobsen.
Tunnilsdagarnir hava altíð verið merkisdagar.
- Tað hevur altíð verið nógv fólk í Klaksvík tunnilsdagarnar, hóast tað kanska ikki altíð merkist aftur í umsetninginum, sigur Sørin Jacobsen.
Hann sigur, at tað merkist væl, tá tunnilsdagar eru.
- Og tað verður eisini gjørt nógv burtur úr hesum døgunum, sigur Søren Jacobsen.