Nógv fólk til móttøku á Toftum

Millum klokkan 16 og 18 í dag skipaði Bátafelagið á Toftum fyri móttøku í felagshølunum í kjallarahæddini í handlinum hjá Pidda. Seinastu dagarnar hava fólk - bæði menn og kvinnur - arbeitt við at rigga hølini til, soleiðis at tey eisini kunnu brúkast til Undirhús, har eldri borgarar í kommununi kunnu savnast til prát og hugna.

Rættiliga nógv fólk var til móttøkuna - so nógv, at hølini meginpartin av tíðini, móttøkan vardi, vóru stúgvandi full. Tey, sum stukku inn á gólvið, vóru flestu tilkomin fólk, og fleiri eldri og uppilagstir fiskimenn vóru eisini við.

Tað hevur eydnast Bátafelagnum á Toftum og teimum, sum hava hjálpt felagnum við hesum átaki, at seta hølini í hugnaligan stand, og lítið er at ivast í, at møguleikin við Undirhúsi niðri á bryggjuni verður eitt kærkomið høvi hjá eldri fólki at hittast.

Portalurin fer at venda aftur til móttøkuna í aðrari grein í morgin, og tá fara vit eisini at hefta fleiri nýggjar myndir aftrat greinastubbanum.