Um valluttøkan higartil er ein ábinding, so fara vágafólk mannsterk av húsum fyri at velja á løgtingsvalinum. Bæði á Giljanesi og í Sørvági boða tey frá, at munandi fleiri hava verið á valið enn sama tíðarskeið fyri fýra árum síðan.
Í Sørvági høvdu 506 av 847 veljarum sett sín kross við eitt av valevnunum, tá Miðlahúsið var á vitjan stutt áðrenn klokkan 16 í dag. Tað er 59,7 prosent av teimum, ið hava valrætt á valstaðnum. Tað upplýsir Oddur Petersen, ið er formaður í valstýrinum, ið fevnir um Sørvág, Gásadal og Bø.
##med2##
Á døgurða høvdu 214 veljara greitt atkvøðu, ið er munandi meira enn tey 153, ið høvdu greitt atkvøðu fyri fýra árum síðan. Tá gjørdist valluttøkan 86,9 prosent.
Eisini á Giljanesi merkja tey, at fólk koma fyrr á val í dag enn seinast. Torfinn Jacobsen, formaður í valstýrinum, ið fevnir um Vatnsoyrar, Miðvág og Sandavág, metir at tað er tí valdagurin í dag fellur á ein leygardag.
##med3##
Klokkan 16 høvdu nevniliga 860 út av 1493 veljarum verið á vali, ið er ein valluttøkan á 57,6 prosent. Sama tíðarskeið í fjør høvdu einans 511 veljarar verið á vali. Endaliga valluttøkan var tá 88,6 prosent.