Nógv fólk á Zarepta ígjár

Hátíðarløta var á Vatnsoyrum ígjár, í samband við, at leguhúsið hevur 40 ár á baki. Kl. 14 ígjár var ein hátíðarløta í møtisalinum á Zarepta. Martin Nielsen av Vatnsoyrum greiddi frá hvussu grundstykkið var útvegað, og hvussu arbeiðið at byggja leguhúsið byrjaði. John í Skemmuni leit eisini aftur í tíðina, men gjørdi status fyri 2007, og segði eisini frá framtíðar byggjiætlanum hjá Zarepta. Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri helt eisini røðu. Røðan var merkt av, at landsstýrismaðurin og familja hansara hava havt eitt tætt tilknýti til legúhúsið. Mentamálaráðharrin nam eisini við tey virði, sum tey ungu fáa lært á Zarepta. Umboð fyri Jóanes Ejdesgaard læs eina heilsu frá løgmanni. Løgmaður fegnaðist eisini um arbeiðið, sum verður gjørt fyri tey ungu og børnini á Zarepta. Sum gevur teimum andaligt og sosialt tilvit. Til ber at lesa meir um hátíðarhaldið í Sosialinum, sum kemur seinnapartin mánadagin!