Nógv færri børn doyggja í Afrika

Barnadeyði er framvegis ein trupulleiki í Afrika, men trupulleikin er minkaður nógv tey seinastu árini. Í londum sum Kenya, Rwanda og Senegal er barnadeyðin minkaður átta prosent um árið, og tað hevur havt við sær, at barnadeyðin er minkaður eina helvt tey seinastu tíggju árini í hesum londunum.

Ein frágreiðing, sum serfrøðingar hjá UNESCO, WHO, Red Barnet og øðrum felagsskapum og stovnum hava skrivað, vísir, at í teimum flestu londunum í Afrika minkar barnadeyðin tvær ferðir so skjótt nú sum í nítiárunum og tey fyrstu árini eftir aldarskiftið.

-Hetta munnu vera góð tíðindi hjá teimum, sum framvegis halda, at Afrika druknar í fátækradømi og deyða, men tað Afrika er við at fara í søguna, sigur Michael Clemens hjá Center of Global Development við blaðið The Economist.