Tveir triðingar ella um 200 næmingar taka vanliga av tilboðnum at fara í 10. flokk í Tórshavnar kommunu, men í hesum skúlaárinum er næmingatalið væl minni enn vanligt. www.lararafelag.fo skrivar, at í hesum skúlaárinum eru 155 næmingar í 7 flokkum tilmeldaðir 10. flokk, afturímóti 192 í farna skúlaári. Skúlaárið 2006/2007 gingu 355 næmingar í 9. flokki. Hesum næmingum stóð í boði at fara í 10. flokk eftir summarfrítíðina í ár, men bara 155 tóku av tilboðnum svarandi til, at 56,3 % av næmingunum góvust eftir at hava tikið fráfaringarroynd fólkaskúlansí 9. flokki.
Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt álit um framtíðina hjá 10. flokkunum í Tórshavnar kommunu, sigur, at einki er galið í tí, um hugsað verður um, at ein miðnámsútbúgving vanliga byggir á støðið, næmingurin hevur fingið í 9. flokki.
Hví 56,3 % ikki fóru í 10. flokk í ár, er ikki so einfalt at svara, men tað er alment kunnigt,
at ein partur fer í miðnámsskúla. Tey seinastu árini eru rættiliga nógvir næmingar farnir
í eftirskúla uttanlands, í høvuðsheitum til Danmarkar, har teir taka 10. floks prógv, og
koma so heim aftur at nema sær eina miðnámsútbúgving. Eitt annað, ið eisini kann ávirka tilgongdina í 10. flokk er, at tað eru búskaparliga góðar tíðir í Føroyum og arbeiði er til allar hendur.
Tað eru eisini nakrir næmingar, sum finna sær eitt lærupláss. Sambært upplýsingum frá Yrkisdeplinum, sum umsitur lærlingasáttmálarnar, vóru í øllum landinum 61 lærusáttmálar gjørdir í augustmánaði í ár, og tað er rættiliga nógv.
Hvørjir næmingar eru so eftir í 10. flokki? Jú, tað eru teir, sum ikki fóru beinleiðis í miðnámsskúla, ikki fóru í eftirskúla, og sum ikki fingu sær eitt fríár ella lærupláss.