– Rasisma er sanniliga ein partur av føroyska hugburðinum, og hetta skal broytast.
Tað er boðskapurin hjá fyrireikarunum av tiltakinum Black Lives Matter - Eisini í Føroyum, sum verður í Havn í dag.
Klokkan 14 fara nógvir føroyingar á Vaglið at mótmæla rasismu, og at tað enn í dag verður gjørdur mismunur á fólki vegna teirra húðarlit og uppruna.
Undirtøkan tykist vera sera góð, tí á facebook-tiltakinum hava umleið 1.000 føroyingar víst áhuga fyri at luttaka.
– Vit heita á øll - stór og smá – innanfyri og uttanfyri Føroya Løgting um at taka lut, siga fyrireikararnir.
Fyrireikararnir hava gjørt heimagjørd skelti og bannarar, sum verða at síggja til tiltakið. Á skeltunum stendur m.a. "Tøgnin stuðlar rasismu", "Rasisma er totalt ókul" og "Rasisma er cringe".
##med2##
Tað er ikki bara í Føroyum, at mótmælt verður móti rasismu. Ein stór mótmælisgonga verður í Keypmannahavn seinnapartin í dag eisini, og í USA hevur øgiligur ófriður verið seinastu nógvu dagarnar millum mótmælisfólk og politiið.
Mótmælini byrjaðu í sambandi við eitt videobrot, sum hevur verið at sæð á sosialu miðlunum seinastu vikuna. Í videonum síggja vit 46 ára gamla afroamerikanska George Floyd liggjandi á asfaltinum, meðan ein hvítur politistur trýstir sítt knæ á hálsin, inntil hann missir vitið. Floyd rópar eftir hjálp og sigur, at hann ikki fær luft - “I can’t breathe”, sigur hann, men politisturin steðgar ikki. Løtu seinni verður staðfest á sjúkhúsinum, at George Floyd er deyður.
Øll tey, sum mótmæla kring heimin í hesum døgum, finna seg ikki í, at tað enn í 2020 eru tilburðir, har hvítir politistar misbrúka sítt vald og starv til at harðskap móti afroamerikanarum. Fólki krevur rættvísi fyri øll, óansæð húðarlit - og nú eisini í Føroyum.
##med3##
– Ferð eftir ferð síggja vit, at ósekir, afro-amerikanarar verða dripin og illa viðfarin av løgregluni, siga fyrireikararnir av føroyska tiltakinum, sum verður í dag.
– Vit møtast á vaglinum sunnudagin kl. 14 við heimagjørdum skeltum, bannarum og øðrum. Síðani fara vit oman í perlutorgið, har JASMIN spælir nøkur løg, annars er orðið frítt, siga fyrireikararnir.
##med4##