Tað var nógv ferðsla í Tórshavnar Havn mánamorgunin. Øll tey vanligu farmaskipini komu eftir ætlan. Summarferðaætlanin hjá Norrønu er byrjað, og tað merkir, at har er eisini eitt farmaskip aftrat, sum skal røkja farmarutuna, Norrøna hevur røkt í vetur.
Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri í Havn, sigur, at tað er líkt til, at ferðslan økist munandi um summarið. Soleiðis sær tað út hvørt ár, sigur hann, uttan tó at geva eitt boð uppá, hví tað er so.
Mánamorgunin var kanska serliga nógvur farmur, sigur hann, tí okkurt av skipunum kom við elementum til onkran stóran bygning, sum skal setast upp onkustaðni í landinum.
Havnarstjórin sigur, at tað merkist væl, at gongd er í aftur byggivinnuni. Og tað gevur so eisini inntøkur til Tórshavnar Havn. Tórshavnar Havn fylgir nágreiniliga gongdini í samfelagnum annars. Tá kreppan var, merktist hon sanniliga eisini hjá Tórshavnar Havn, sigur hann.
Jónsvein Lamhauge sigur, at tað er tiltrongt við eini víðkan av havnini. Ein dag sum hendan mánadagin er rættiliga trongt, tá molin er fullur av farmaskipum, fiskiskip liggja og skipa um undir havnarskrivstovuni, og Norrøna liggur inni í krókinum. Umframt lá Claymore, sum skal loysa Smyril av, eisini við bryggju í Havn mánamorgunin.
Um sjálva útbyggingina, sum er í gongd í løtuni, sigur hann, at sum er gongur eftir ætlan, og væntandi verður tað stóra arbeiðið liðugt í hesum árinum. Tað kann vera, at okkurt so sum asfalteringsarbeiði verður eftir til komandi ár.