Tann sætti og næstsíðsti FM kappróðurin í ár verður seinnapartin leygardagin á vestanstevnu, sum hesa ferð er í Sandavági.
Talan er um so at siga nýggja kapping, um sammett verður við tær fimm FM kappingarnar, sum hava verið fyrr í summar. Hesa ferð verður bara kappast á túsund metrum. Annars hava 10-mannaførini kappast á 2000 metrum (burtursæð frá á norðoyastevnu tá ið teinurin var 1500 metrar), og 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum hava kappast á 1500 metrum.
At teir, sum higartil hava kappast á longru teinunum, nú fara at rógva 1000 metrar kann hugsast at fara at hava við sær, at tað fer at ganga øðrvísi fyri seg, enn tað higartil hevur gjørt.
Lutfalsliga verður styttri partur av teininum nýttur til meiri seiga miðróðurin, sum teir plaga at nevna tað, og lutfalsliga størri partur av teininum verður nýttur til startspurt og endaspurt.
Hagtølini frá undanfarnu árum boða ikki frá, at tað hevur serliga stórar broytingar við sær í úrslitunum, at róðrarteinarnir verða broyttir.
Fyrireikingarnar
Umstøðurnar at rógva kapp í Sandavági eru – umframt at teinurin er styttri – eitt sindur øðrvísi, enn tær eru tað í nógvum av hinum róðrarplássunum.
Tað er rættiliga frítt fyri út á hav, men fyritreytirnar áttu at verið fyri góðum róðrarlíkindum í morgin. Í fleiri vikur hevur tað verið av fagrasta summarveðri, og sambært veðurforsøgnini verður vindmegin undir seks metrar um sekundið av landnyrðingi ella eystri. Hitin í Vágum verður seinnapartin í morgin roknaður at fara at liggja upp ímóti fimtan stigum, og tað er góður møguleiki fyri, at sólin fer at síggja.
Í vikuni hava fleiri kappróðrarbátar vitjað í Sandavági. Millum teirra var mikukvøldið Klaksvíkingur, sum vandi stutta málið fleiri ferðir, og so tóktist tað sum um, at teir kannaðu umstøðurnar og ýtaðu av, soleiðis at teir kunnu leggja taktikk undan spennandi løtuni seinnapartin í morgin, tá ið teir skulu kappast við Eysturoying og Ormin Langa.
Eysturoyingur plagar ikki at fara av fjørðinum í venjingarørindum. Soleiðis hevur heldur ikki verið í hesi vikuni. Í góðveðrinum á Skálafjørðinum hava royndu menninir brúkt nógva tíð og orku í fyrireikingunum til at taka Klaksvíking í morgin.
Áhugin fyri kappróðrinum í morgin er sera stórur, bæði í Vágum og aðra staðni.
Vertirnir í Sandavági eru væl umboðaður í kappróðrinum. Í barnaróðrinum hevur Ørnin vunnið allar genturóðrarnar, og Havørnin í barnaróðrinum og nýggja 6-mannafarið Skúgvur hjá sandavágsmonnum fara at taka lut.
FM kappingin
Dramatiska og intensa FM kappingin millum Klaksvíking og Eysturoying hevur serligan áhuga. Klaksvíkingur hevur vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar. Á jóansøku var sigurin rættiliga trivaligur – trý sekund – men á varmakeldu var munurin so at siga eingin: Klaksvíkingur 8.48.01 og Eysturoyingur 8.48.09! Hetta leggur upp til framúr intensitet og kapping í morgin.
Millum favorittarnar at vinna FM eru tveir bátar úr Miðvági. Teir eru 5-mannafarið Frúgvin við kvinnumanning, sum í Fuglafirði síðsta leygardag noyddist at lúta fyri Erlu Kongsdóttir, og 6-mannafarið Riddarin, sum í endaspurtinum á varmakeldu misti leiðslu, sum tóktist at vera trygg, til Tvørabátin.
Umframt Riddaran og Tvørabátin, sum í FM kappingini hava ávikavíst 33 og 32 stig, kundu úrslitini og róðrargongdin seinastu ferðirnar bent á, at Sundabáturin hesa ferð kann fara at gera ein vørr.
Argjabáturin, Gongurólvur við kvinnum og Tjaldrið við dreingjum hava vunnið allar róðrarnar higartil í summar. Atg luttøkan í kappingini millum 8-mannaførini er so lítil ber við sær, at Argjabáturin longu mest sum hevur vunnið FM. Hjá Tjaldrinum og Gongurólvi er tað bara ein spurningur, nær FM heitið verður tryggjað.
Eingin ivi er um, at hesir tríggir bátarnir vilja ógvuliga fegnir vinna ikki bara FM, men allar róðrarnar.
Meðan Argjabáturin ikki hevur verið í nakrari kapping, so hevur tað verið væl tættari hjá Tjaldrinum og Gongurólvi. Blikur av Argjum er næsti avbjóðarin hjá Tjaldrinum, og hóast Gongurólvur higartil hevur verið suverenur, so bendi gongdin í Fuglafirði á, at Páll Fangi og eisini Sølmundur framvegis kunnu hava vónir um, at tað kann bera til at taka Gongurólv.