Nógv fleiri fáa krabbamein

Talið á krabbameinstilburðum veksur óhugnaliga skjótt, og stjórnirnar í teimum einstøku londunum mugu leggja størri dent á átøk, sum skulu geva fólki betri kunnleika til sjúkuna, og hví fólk gerast sjúk. Tað sigur heimsheilsustovnurin WHO í einari nýggjari frágreiðing.

WHO sigur, at í 2008 vóru 12,7 tilburðir av krabbameini í heiminum, men at við verandi gongd verður hetta tal 21,4 milliónir í 2030. Næstan helmingurin av sjúklingunum búgva í fátækum londum ella teimum sonevndu meðalinntøkulondunum.

-Vit mugu leggja størri dent á at virka út frá tí, sum vit vita. Skulu vit vinna bardagan ímóti krabbameini, mugu allar deildir í heilsuverkinum arbeiða tættari saman við øðrum so sum landbúnaðinum og matvøruídnaðinum, sigur Shin Young Soo, sum er WHO-økisleiðari í Eysturasia.