Ferðing
Talið av ferðandi um Vága Floghavn er rættiliga nógv størri higartil í ár enn somu tíð í fjør.
Sambært hagtølum hjá Vága Floghavn ferðaðust tilsamans 9.597 fólk um flogvøllin í Vágum í februar í mun til 7.994 í februar mánaði í fjør.
Hetta svarar til ein vøkstur upp á heili 20,1%.
Vága Floghavn sigur, at framgongd hevur verið á øllum farleiðum undantikið við tyrluni, har flutningurin hevur verið nakað minni í februar í ár enn í fjør.
Hyggja vit at teimum báðum fyrstu mánaðunum í ár undir einum, er ferðafólkatalið um floghavnina tilsamans 20.801, sum er 15,2% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Higartil í ár eru tilsamans 744 flogfør komin og farin um floghavnina, og hetta er 16,1% fleiri enn somu tíð í fjør.
Í februar var talið av flogførum, sum komu og fóru, 352, og tað er 13,9% fleiri enn í februar í fjør.