Nógv fleiri veiðibann enn áður

- Eg havi arbeitt hjá Fiskiveiðieftirlitinum í skjótt 25 ár, men eg dugi ikki at minnast, at so nógv bráðfeingisveiðibann vegna ov stóra íblanding av smáfiski hava verið lýst sum seinasta árið, sigur Martin Kruse, vakthavandi á eftirlitinum

Hóast Fiskiveiðieftirlitið fær nógvar fráboðanir um ov stóra íblanding av smáfiski, kemur tað kortini alt ov ofta fyri, at skip og bátar ikki lata við seg koma, tá ov nógvur smáfiskur er uppi í veiðini. Sum skilst eru tað bæði trolarar, línuskip og snellubátar, sum ikki halda hesa fráboðanarskyldu til fulnar.

Nógvar fráboðanir
Men tað eru eisini nógvir sum lata við seg koma og boða frá.
Tað sigur Martin Kruse, vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum.
Hann vísir á, at eftirlitið yvir eina longri tíð hevur fingið óvanliga nógvar fráboðanir um ungfisk, og tað eru serliga partrolarar og lemmatrolarar, men eisini línuskip, sum boða frá.
- Eg vil siga, at vit fáa ein hóp av fráboðanum, og Fiskiveiðieftirlitið hevur eisini sett bráðfeingisveiðibann á nógvum leiðum seinasta árið. Sjálvur havi eg starvast á Fiskiveiðieftirlitinum í skjótt 25 ár, og eg haldi meg ikki duga at minnast, at so mong bráðfeingisveiðibann eru lýst nakrantíð áður sum seinasta árið.
Martin Kruse heldur, at yvir eina tíð hevur Fiskiveiðieftirlitið einar 9-10 ferðir lýst bráðfeingisveiðibann, tí fráboðanir eru komnar um ov stóra íblanding av smáfiski.
- Vit lýstu fleiri ferðir veiðibann í fjør, og vit hava eisini lýst veiðibann í ár, leggur hann aftrat.

Vakið eyga
Martin Kruse vísir á, at tá so nógvur smáfiskur eru á havleiðunum, er sjálvandi væntandi, at Fiskiveiðieftirlitið fær nógvar fráboðanir, men samstundis er eisini væntandi, at ikki allir skiparar halda fráboðanarskylduna til fulnar.
- Tí halda vit sjálvsagt eitt vakið við hesum.
Hann vísir á, at tað kann vera trupult at kanna veiðina, meðan skip eru til fiskiskap, og tí er væntandi, at Fiskiveiðieftirlitið – ikki í minni mun enn áður – verður at síggja við bryggjukantin, tá skip og bátar landa.

Sekt fyri brot
Martin Kruse vísir til reglurnar, sum Sosialurin endurgevur í aðrari grein á hesi opnu, har Fiskiveiðieftirlitið hevur heimild at taka fiskiloyvi frá skipum, sum bróta fráboðanarskylduna um ungfisk.
- Nú mistu nevndu partrolarar fiskiloyvi í 10 dagar, men vit hava møguleikar at sekta skip harðari, um brotini endurtaka seg, leggur hann aftrat.