Løgreglan kannar ferðsluna javnan og savnan, men so fara tey eisini av og á undir mivís átøk, har tey kanna serliga nógvar bilar.
Eitt slíkt átak var alla síðstu viku og tað hevur hildið fram í hesi vikuni.
Í hesum sambandi hevur løgreglan kannað bilførarar, sum koyra børn í og úr skúla.
Løgreglan hevur eisini kannað bilførarar, sum koyra børn í dagstovnar og úr teimum aftur.
Harumframt hevur løgreglan eisini kannað ferðsluna sum heild og hesar kanningar hava verið um alt landið.
Løgreglan sigur, at í hesum sambandi hava tey í fyrstu atløgu kannað eftir um øll í bilinum sita spent í trygdarbelti, sum tey eiga eftir forskriftunum.
Løgreglan sigur, at í átakinum hesuferð, hava tey kannað eitt stórt tal av bilum.
Og í hesum kanningum hevur løgreglan eisini ásannað, at tað eru framvegis nógv børn, sum sita í bili, uttan vera spent føst eftir forskriftunum.
Er talan um børn undir 15 ár, kostar tað bilføraranum eitt klipp í koyrikortið.
Eru børnini 15 ár, ella eldri, kostar tað bilføraranum eina bót.
– Tað eru heilt nógvir bilførarar, sum hava fingið klipp í koyrikortið í hesum umfari, tí at børnini ikki eru spent føst, sum tey eiga, sigur løgreglan.
Bara í morgun hevur løgreglan kannað 75 bilar við ymsar skúlar og aðrastaðni og eisini í morgun vórðu nógv koyrikort klipt og nógvir bilførarar hava fingið bót.