Nógv full fólk í býnum í nátt

Løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt – og eisini rættiliga nógv full fólk. Og tað hevur givið løgregluni fitt av arbeiði, tó at talan sum heild var sum smáttarí. 

 

Løgreglan sigur, at fleiri ferðir hava tey sent sjúkrabil til full fólk, sum hava meiðslað seg og ein maður fær bót fyri at bróta politiviðtøkurnar eftir at hann tveitti ein lut eftir einum løgreglubili. Annars hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at ferðast í býarlívinum í nátt við tí endamáli at forða fyri harðskapi, og tað er so heldur einki harðskapsmál skrásett.

 

Løgreglan hevur eisini kannað ferðsluna í Klaksvík í nátt. Tilsamans vórðu 25 bilar steðgaðir, men har var einki at finnast at, hvørki hjá bilførarunum ella við bilinum. Hinvegin komu tveir mans í Klaksvík til ilnar tíðliga í morgun og løgreglan er nú í ferð við at kanna umstøðurnar við tí endamáli at vita um nakar skal skuldsetast fyri harðskap í tí sambandi.