Heimleys
Talið av gistingum á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn veksur alsamt. Í fjør vóru ikki færri enn 2.764 gistingar. Talan var um tilsamans 45 fólk, sum gistu á Herberginum. Av hesum vóru 38 menn og 7 kvinnur. Umframt hesi, hevði Herbergið í fjør 477 vitjanir, og á dagsentrinum vóru tilsamans 2.477 fólk til døgurða og annað.
Herbergið hevur nøkur hagtøl um brúkararnar seinasta ár.
Tølini vísa, at 8 av teimum 45, sum gistu, hava egnan bústað, 7 búgva í búfelagsskapi, 16 komu av bygd og hava bústað har, 5 halda til hjá vinum og í Herberginum, og 7 hava bert Herbergið at halda seg til og hava sínar ognarlutir har.
Hagtølini vísa eisini, at av teimum 45, sum gistu á Herberginum síðsta ár, vóru tvey deyð við árslok 2003.
Ein talva, sum Frelsunarherurin hevur gjørt, vísir eisini, at talið av gistingum vaks úr 2.176 í 2002 upp í áðurnevnda tal, 2.764, í 2003.
Hetta eru stór tøl, tá ið havt verður í huga, at umstøðurnar í Herberginum eru rættiliga trongligar.
- Tað mesta, vit hava havt inni í senn til gistingar, er 15, men tað er nógv meira, enn pláss er fyri. Hetta hevur verið gjørt fyri at fólk ikki skulu liggja úti, sigur Sámal Jákup Joensen, leiðari á Frelsunarherinum í Føroyum.
Nýggj byrjan
Á móttøkuni í Kafé Inn við Norðskála mánakvøldið, tá ið Lions C Eysturoy handaði Frelsunarherinum kekkin á 50.000 krónur, greiddi Sámal Jákup í stuttum frá tí arbeiði, sum altjóða felagsskapurin ger. Hann greiddi eisini frá nøkrum av teimum hendingum, hann hevur verið úti fyri tey 30 árini, hann arbeiddi fyri Frelsunarherin í Noregi.
- Eg eri vágbingur, men tað eru 46 ár, síðan eg fór úr Vági, og harav havi eg starvast 30 ár í Noregi.
Sámal Jákup segði, at arbeiði hjá Frelsunarherinum, sum hevur sítt grundstøðið í Bíbliuni, fer fram um allan heimin.
- Vit lata gleðiboðskapin og tað sosiala arbeiði, vit gera, ganga hond í hond, sum hann tók til.
Málsetningurin
Hann segði, at málsetningurin hjá Frelsunarherinum fyri arbeiði á Herberginum, er hesin:
"Ikki bert ein song fyri náttina, men ein nýggj byrjan?"
- Tann heimleysi hevur sum oftast lítla sjálvsvirðing, og hjá mongum teirra er tað ofta trupult at finna eitt nýtt mál fyri lívinum. Tað er her, tann kristni boðskapurin er so neyðugur. Vit hava ein Guð, sum elskar okkum treytaleyst, og tað er ongantíð ov seint at byrja av nýggjum.
Sámal Jákup vísti á, at sambært kanningum er arbeiðsterapi í mongum førum nógv effektivari enn samtaluterapi.
- Tí er tað so umráðandi, at tey, sum leita okkum upp í neyðini, hava okkurt at fara upp til.
Men so langt eru vit í Føroyum tíverri ikki komin enn.
Hann segði, at nógv kundi verið at fortalt um tíðina, hann var í Noregi og um tað arbeiði, sum Frelsunarherurin ger kring um heimin.
Svong menniskju
Stovnarar av Frelsunarherinum, vóru hjúnini, William og Cathrine Booth í Onglandi.
- Sosiala arbeiði var ógvuliga týdningarmikið fyri William, tí sum hann segði: "Hvat nyttar tað at tosa við svong menniskju?"
William ásannaði, at fólk, sum vóru ringast fyri í samfelagnum, máttu hava onkustaðni at búgva, tey máttu hava mat, klæðir og kunna vaska sær.
- Frelsunarherurin ásannaði longu beinanvegin, at evangeliið og hjálpin máttu ganga hond í hond.
Í Noregi var Sámal Jákup eitt nú leiðari fyri einum heimi, sum tók sær av neyðstøddum. Her starvaðist hann í átta ár.
- Vit høvdu ein garð við 40 neytum, nógvum flogfenaði og einum verkstaði. Her kundu tey, sum búðu á heiminum, koma upp hvønn morgun at gera okkurt. Hetta hevði stóran týdning fyri hesi neyðars menniskju, ið annars ikki høvdu nógv at taka sær fyri. Eg vildi ynskt, at vit høvdu pening í Føroyum, soleiðis at hesi fólk kundu havt okkurt at farið upp til. Hetta hevði givið teimum eitt størri innihald.
Týdningurin
Sámal Jákup segði, at hann hevði við nógv ymisk fólk at gera, meðan hann starvaðist í Noregi.
- Eitt nú høvdu vit ein persón, sum var dømdur í 21 ára fongsul fyri at hava dripið 24 fólk við eituri.
Hann vísti á, at sjálvur át hann mat og drakk av tí, sum hesin kom við, meðan hann var hjá teimum.
- So nógv kunnu fólk broytast, og so stórt álit kanst tú fáa sjálvt á teimum, sum hava framt størstu illgerðirnar.
Sámal Jákup vendi sær til Poul Rustin, sum er formaður í Lions C Eysturoy og hevur matstovu á Muntra í Fuglafirði:
- Hvat sigur ein arbeiðsgevari, um ein tílíkum persónur, sum hevur sitið í geglinum í fleiri ár fyri at hava eitrað onnur menniskju, kemur og biðir um arbeiði??
Leiðarin í Frelsunarherinum segði, at sjálvsagt himprast arbeiðsgevarin og er betonkiligur.
- Men kemur ein slíkur persónur og sigur, at hann hevur arbeitt hjá Frelsunarherinum í eitt ár, hevur viðkomandi hóast alt nøkur betur kort á hondini ? enn um fongsulsrevsingin er tað einasta, ið liggur aftanfyri.
Nógv gull
Sámal Jákup segði, at nógv dømi eru um fólk, sum hava ligið við rennisteinin, ið seinni eru vorðin góðir samfelagsborgarar.
- Nógv av hesum fólkum eru ógvuliga skilagóð, men umstøður av ymiskum slagi førdu til, at tey endaðu, sum tey gjørdu. Eitt kann eg siga frá mínum royndum í hesum arbeiði: Tað liggur nógv gull við rennisteinin, segði Sámal Jákup Joensen.