Sammett við á Sundalagsstevnu vóru seks nýggir vinnarar í kappróðrinum á Jóansøku. Spildurnýggir vinnarar vóru í kappingunum barnaróður dreingir, barnaróður gentur og 5-mannafør dreingir.
Í kappingunum millum 6-mannafør kvinnur, 5-mannafør kvinnur og 5-mannafør gentur vóru tað vinnararnir í norðoyastevnuróðrunum, sum eftir at hava mist oddasessin í Hósvík nú endurvunnu gullplássið.
Høvuðsstaðurin vann meiri enn aðru hvørja kapping, men aftur hesa ferð stóð gamla og sigursvanda Havnar Róðrarfelag í skugganum av grannunum í Róðrarfelagnum Knørri og Argja Róðrarfelag. HR vann ein róður, meðan hini bæði høvuðsstaðarfeløgini høvdu tvey sett av gullkrónum í part í viðførinum norður aftur av Tvøroyri.
Klaksvíkingar og miðvingar vunnu eina ferð í part í kappingum á 1500 metrum, og Tvøroyri og Sundalagið vunnu hvør sína kapping.
Heilt øðrvísi kapping
Tá ið Hvessingur á Sundalagsstevnu vann í kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum, var spurningurin, um hetta var fráboðan um, at sigursharrin á Norðoyastevnu, Gongurólvur, orduliga var settur upp á pláss. Hesum boðaði róðurin á Jóansøku ikki frá.
Í Klaksvík vann Gongurólvur við trimum sekundum, í Hósvík vann Gongurólvur við tveimum sekundum, og hesa ferð vann Gongurólvur við einum sekundi. Eftir startspurtin var Gongurólvur fremstur, onkra løtu var munurin meiri enn ein bátslongd, og hóast Hvessingur royndi og royndi og í endaspurtinum gekk sera væl, so eydnaðist tað ikki at hótta bátin við drekastavninum.
Í tveimum teimum fyrstu kappingunum vóru fýra luttakarar. Jarnbardur hongur framvegis uppií, meðan tað á Jóansøku einki sást til Herning ella Páll Fanga.
Eisini í kappingini millum 5-mannafør við gentum var tað vinnarin á Norðoyastevnu, sum hesa ferð stóð við gullinum, eftir at tað hevði kiksað í Sundalagnum. Ta ferðina vann Erla Kongsdóttir, men hesa ferð hilnaðist tað ikki so væl hjá teimum úr Fuglafirði, tí Erla endaði á fjórða plássi, tíggju sekund aftanfyri vinnaran. Erla tapti kappingina um triðja plássið við Beintu úr Miðvági.
Erla Kongsdóttir var fremst eftir startspurtin, men so var tað, at Hvassi rann fullkomuliga frá øllum uttan Spógvanum, sum alla tíðina hekk væl í. Á Norðoyastevnu vann Hvassi við trimum sekundum á Beintu. Hesa ferð vann Hvassi á Spógvanum við gott og væl tveimum sekundum.
Eisini í kappinginimillum 5-mannafør við kvinnum var tað vinnarin á Norðoyastevnu, sum eftir kiksara í Sundalagnum, endurvann fremsta plássið. Junkarin, sum vann í Sundalagnum, og Blikur fingu besta startin, meðan Jallurin fyrstu løtuna lá eina bátslongd aftanfyri teir fremstu. Eftir góðar 300 metrar fór blái báturin at ganga rættuliga væl. Eftir lítlari løtu vann Jallurin seg fram á fremsta plássið, og sigurin varð rættuliga sannførandi.
Spildurnýggir vinnarar
Sum so mangan áður so er tað í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum, at mest óvæntaðu úrslitini koma. Á Norðoyastevnu vann Royndin Fríða, á Sundalagsstevnu vann Drekin, og hesa ferð vann Blikur.
Tíðirnar siga, at tað eisini í næstu kappingunum er møguleiki fyri nýggjum vinnarum. Blikur var eitt sekund frammanfyri Jallin og tvey sekund frammanfyri Royndina Fríðu. Eingin sigur í hesi kappingini er vunnin við meiri enn einum sekundi. Drekin, sum vann í Sundalagnum, endaði hesa ferð á fjórða plássi – trý sekund frá vinnaranum.
Í barnaróðrinum var nýggjur vinnari í báðum kappingunum. Spógva dreingirnir hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ vunnu tvær tær fyrstu ferðirnar. Á Norðoyastevnu luttók Firvaldur ikki. Á Sundalagsstevnu var Firvaldur næstfyrstur, og hesa ferð stemmaði tað hjá tvøradreingjum í heimasjógvi. Spógvin var nummar tvey, og Fípan Fagra helt tørn um triðja plássið, sum teir úr Klaksvík hava vunnið allar tríggjar ferðirnar.
Ørnin úr Sandavági vann gentukappingina tvær tær fyrstu ferðirnar. Hesa ferð var tað Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum var fyrst á mál, og tað vóru tvøragentur umborð á Huldu, sum vóru næstfremst. Ørnin var á triðja plássi – tvey sekund frá oddasessinum.