DANMARK 1./2. DEILD
Toppliðini tykjast hava fingið gummibein, nú tað gerst støðugt størri álvari um, hvør skal enda á teimum báðum ovastu plássunum og harvið flyta upp í superliguna.
Mest óvæntaða úrslitið hesa ferð var í Horsens, har Johan Byrial Hansen og liðfelagarnir ikki megnaðu meiri enn 1-1 móti B93, sum er botnlið og stríðist meiri ella minni vónleyst stríð fyri at sleppa undan niðurflyting.
B93 legði seg á odda, tá ið eitt korter var farið, og teir megnaðu at halda tætt, inntil átjan minuttir vóru eftir.
Jón Rói Jacobsen var í miðverjuni, og Gunnar Nielsen sat enn eina ferð so trúfastur á beinkinum, tá ið Frem var í Vejle. Har endaði tað málleyst.
Hóast teir ikki fingu fulla úrtøku í Vejle, so styrktu teir í Frem um sína støðu í kappingini um at flyta upp. Tað gjørdu teir, tí SønderjyskE, sum er næstfremst, tapti í Nykøbing Falster, har heimaliðið vann 2-1. Tað var eisini rættuliga óvæntað úrslit.
Nú eru SønderjyskE og Frem borð um borð við 43 stigum, meðan vandin tykist lítil ella eingin fyri, at Horsens skal kiksa, tí teir hava 51 stig.
Andrew av Fløtum var enn eina ferð á beinkinum hjá Fremad Amager. Hann var á vøllinum síðsta hálva tíman, men hann var ikki millum málskjúttarnar. HIK vitjaði í Sundby, og gestirnir vóru frammanfyri bæði 1-0 og 2-1. Úrslitið gjørdist 2-2.
John málskjútti
Orsøkin til at John Petersen næstsíðsta vikuskifti ikki var á liðnum hjá Holsterbro var tann, at hann var í Føroyum í brúdleyp hjá systrini. Nú var hann aftur í Holsterbro, sum tapti 3-1 á heimavølli móti Glostrup. John legði Holsterbro framum, men undan steðginum var aftur javnt, og seinna helmingin av 2. hálvleiki skoraði Glostrup tvær ferðir. Holsterbro er næstniðast.
Lyngby vann 3-2 á heimavølli móti Næsby, men Christian Lamhauge Holst var ikki á liðnum hesa ferð.