Nógv hýsa á marknaðinum

Síðani prísurin á hýsu fór uppaftur, hevur rættiliga nógv hýsa verið á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum. Kortini hevur prísurin sum heild hildið sær, og soleiðis var eisini í dag, tá 45 tons av hýsu vóru á uppboðnum. Tað mesta var hýsa II og III, og meðalprísurin lá um 10,70 krónur fyri kilo. Hinvegin er toskaprísurin framvegis undir trýsti. Í dag seldi uppboðssølan knappliga 30 tons av toski. Toskur III fór fyri 12,06 krónur og toskur IV fyri 10,92 krónur í meðal.

Vanliga er ikki nógvur upsi á uppboðssøluni, men í dag vóru 20 tons, og prísurin var góður. Tað mesta fór fyri 10,50 krónur. Eisini trolarar, sum seldu kongafisk, fingu væl burturúr. Nøgdin var góð átta tons, og meðalprísurin var 14,07 krónur.

Annað garnaskipið, sum avreiðir feskt, seldi knappliga 10 tons í dag, og meðalprísurin var 31,62 krónur.