Fyribils úrslitini av kanningunum hjá Magnus Heinasyni vísa, at nógv er til av hýsu, hvítinsbróður, og nebbasildayngli, men sildin er ikki komin fyri seg enn.
Á Landgrunninum er vanliga nógv mest av hvítinbróður, soleiðis var eisini í ár. Eftir 3 vánalig ár upp í røkur, var nøgdin í ár sera stór, men ikki so stór sum metárini 1998-2000.
Sera lítið hevur verið av nebbasild seinastu 3 árini, men í ár bragdaði aftur. Hetta er tað besta árið alt tíðarskeiðið síðan 1974. Tað skuldi tískil verið nógv føði til staðar, bæði hjá fugli og fiski, nú eisini nógv er til eisini av hvítingsbróður.
Fyri hýsu gjørdist úrslitið gott, men miðalstøddin var lítil, sum hon hevur verið seinastu árini.
Viðvíkjandi sildayngli, um sæð verður burtur frá metárinum 2000, tá sera nógv varð fingið av stórum sildayngli, sum vísti seg at vera summar/heyst gýtandi sild frá árinum fyri, so hava bert einstøk sildayngul verið at fingið í yngulkanningunum. Í 2007 var ein lítil vøkstur, aftur í ár var meira til. Eftir støddini at døma kundi sildin verið gýtt í vár. Nakað av sildini varð fryst umborð til nærri kanningar, í vónandi m.a. kunnu siga, nær sildin er gýtt.
Eitt fiskaslag, sum er vaksið nógv seinastu árini, er hvítingur, og er árið í ár tað besta nakrantíð, stendur m.a. at lesa í fyribils frágreiðingini frá Fiskirannsóknarstovuni.