Nógv herverk gjørt í Havn

Løgreglan í Havnn fekk í vikuskiftinum fráboðanir um átta herverk, sum vóru gjørd ymsastaðni í høvuðsstaðnum.

Leygarnáttina tveitti onkur eina fløsku eftir einum bili, sum fekk smærri skaða. Og ein persónur, sum ikki slapp innar í eini hús í Havn, gjørdist í øðini, breyt ein rút í hurðini og smildraði postkassan.

Sunnunáttina stutt eftir midnátt gjørdist ein maður so óður, tá hann ikki slapp inn í Kaggan í Havn, at hann breyt tveir rútar í klubbanum.

Løgreglan í Havn fekk sunnudagin fráboðan um, at umfatandi herverk var gjørt á ein parkeraðan bil í býnum, og uttanfyri Badmintonhøllina, har tiltak varð leygarkvøldið, hevði onkur gjørt seg inn á nakrar betongplátur, sum stóðu uttanfyri.

Í vikuskiftinum var eisini innbrot framt á skrivstovuni hjá Skógrøkt Landsins, sum heldur til á Hvítanesvegnum í Havn. Har var ein rútur brotin, og viðkomandi, sum var komin á vitjan, legðist á ein pengakassa, sum varð brotin upp. Tað vóru tó eingir pengar at heinta í hesum kassa.