Tað mundi smakka Anfinni Kallsberg, løgmannni, væl, at tað vóru klaksvíkingarnir, sum fóra avstað við steypinum, men løgmaður, sum segði nøkur orð um týdningin av at seta sær høg mál og at arbeiða fyri at røkka teimum, bæði sum einstaklingar og tjóð, troystaði B36 menninar og helt fyri við teir, at kanska verður tað tykkara lutur at standa ovast í komandi kappingarári.
VIP plássið hjá FSF var stúgvandi fult við fólki í kanska síðstu steypafinaluni um løgmanssteypið á ovara vølli í Gundadali (tað hevði verið undarligt, um finalurnar í framtíðini ikki fara at vera á nýggja grasvøllinum). Løgtingsformaðurin hevur hægstu tignina í Føroyum, og hóast hann er valdur løgtingsmaður í Suðurstreymi, so mundi tað neyvan koma heilt illa við hjá Finnboga Ísakson, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík og umboðað Norðoyggjar á tingi frá 1966 og fram til 1984, at KÍ vann. Løgmaður er klaksvíkingur, og afturat sær hevði hann tríggjar landsstýrismenn. Varaløgmaður helt sjálvandi við B36, meðan fíggjarmálaráðharrin og oljumálaráðharrin sjálvandi tóku á við KÍ og tað av fullum huga.
Býráðsformenninir í Klaksvíkini og Havnini vóru báðir har, og tað var Jógvan við Keldu, sum hesa ferð so at siga fór við sigrinum, og býráðsformaðurin í Klaksvík kundi saman við fleiri túsund klaksvíkingum og norðoyingum fagna KÍ, bæði á veg norður aftur í dýrdarveðrinum og ikki minni, tá ein veldug fjøld møtti upp á havnarlagnum úti í Klaksvík og fylgdi býarstoltleikanum heim í Vágstún og síðani í ítróttarhøllina.
Fótbóltsandlitini
Millum áskoðararnar vóru nógvir fyrrverandi fótbóltsspælarar at síggja. Har vóru menn, sum spældu fyri KÍ og B36 í fýrati árunum, fimti árunum og í nýggjari tíð, og har vóru í hvussu so er helmingurin av teimum, sum í seksti árunum vunnu so nógvar sigrar og meistaraheitir til KÍ.
Eftir dystin nýttur fleiri av B36 og KÍ monnunum høvi at heilsa uppá hvønn annan. Arnold Hansen spældi í síni tíð fyri B36, har hann eisini var formaður í ein mansaldur ella meiri enn tað. Hann heilsaði millum annað uppá Steinbjørn Jacobsen, sum spældi á 1. liði hjá KÍ í út móti tjúgu árum. B36 og KÍ høvdu undan sunnudegnum bara eina ferð áður spælt finalu í steypakappingini, og einki var at undrast á, at Steinbjørn Jacobsen minnist serliga væl finaluna í Gøtu í 1967. KÍ vann 6-2, og Steinbjørn Jacobsen skoraði fimm mál.