Eitt kalt rák við ælaveðri liggur yvir okkum av vestri. Mikudagin fer eitt lágtrýst á veg í ein norðan móti Íslandi og eitt brúgvalag haðani kemur inn yvir Føroyar. Síðani rekur lýggjari luft inn yvir landið av landsynningi. Seinni í vikuni fer eitt lágtrýst framvið av suðri, við regni og vindi.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, men út á dagin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður, men møguliga onkrir sólglottar. Í nátt lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 3 til 8 m/s. Ælaveður og samdrigið. Hitin millum 4 og 8 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum út á dagin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl og hitin millum 7 og 10 stig. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og færri æl og hitin millum 6 og 9 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein sunnan og seinni landsynning. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn. Um kvøldið klárar í og hann slítur í. Hitin um 10 stig.
Hósdagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, út á náttina makar hann vindin nakað. Okkurt æl og sólglottar, men um náttina meiri skýggjað og onkrir regndropar. Hitin millum 9 og 13 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Um náttina lækkar hann í ein sunnan og útsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn. Hitin millum 8 og 11 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl. Hitin millum 6 og 9 stig.