At kalla allur fiskurin, sum Fiskamarnaðurin seldi í dag, var frá einum línuskipi, sum hevði roynt eystan fyri Føroyar. Skipini, sum hava roynt har, hava havt góðan fiskiskap, og nógv tað mesta var longa, brosma og upsi.
Knappliga 30 tons vóru longa, og allar støddirnar fóru fyri 15,00 krónur kilo.
Av brosmu vóru umleið 20 tons. Brosma I og II fóru fyri 9,50 krónur, brosma III fyri 9,70 krónur, og meðalprísurin á brosmu IV var 9,12 krónur fyri kilo.
Teir høvdu góð sjey tons av upsa, og hann fór allur fyri 10,13 krónur í meðal fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin í dag 62 tons fyri 777.000 krónur.