Nógv mál eru rokkin hóast vánaliga takt

Løgmaður nýtti høvi at taka politiskt samanum alt samgonguskeiðið

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, nýtti høvi til í nýggjársrøðuni at taka eitt sindur saman um tey fýra árini, hann skjótt hevur sitið í fyri borðendanum í Tinganesi.

 

Hann vísir á, at hann gjøgnum hesi árini hevur havt eitt serligt innlit og eitt serligt útsýni úr løgmansstólinum.

 

Politiskt  vísir hann á, at hann væl er greiður vyir at samgongan ikkihevur gingið serliga væl  í tak

 

 

-Ella sagt við øðrum orðum: Vit vinna ikki Kolturssteypið fyri vakrasta róður, segði løgmaður.

 

Hann segði eisini, at hann seinastu árini hevur upplivað nógvar ósemjur og stríð. Hann segði seg eisini hava upplivað og sæð vónbrot og mótgongd.

 



-Men eg havi eisini sæð idealismuna og tann góða viljan at gera mun. At gera Føroyar enn betri. Og sjálvt um vit onkuntíð hava snávað, hava vit kortini hildið á at ganga    ogrokkið málunum:



-At tryggja eldra ættarliðinum góð ellisár.

 

-At tryggja eitt javnari samfelag, har vit takaokkum av hvør øðrum.  

 

-Og at tryggja okkara ungdómi møguleika at liva og virka í Føroyum, segði løgmaður.