2. deild: Skála-HB 4-4 (1-1)
Leygardagin var dystur á Skála millum besta lið hjá skálamonnum og næstbesta lið hjá HB. Vertirnir eru júst komnir upp í næstbestu deildina og hava havt eitt sindur torført við at fóta sær teir fyrstu dystirnar.
Men fyri eini tíð síðani eydnaðist tað teimum at fáa fyrsta sigurin til høldar og síðani tá eru fýra stig afturat komin í posan ? tað seinasta kom í vikuskiftinum í dystinum móti HB.
Tá fyrri hálvleikur var av, sá ikki út til, at átta mál skuldu koma í dystinum áðrenn liðugt var. Skálamenn vóru byrjaðir best, móti HB-liðnum, sum er mannað við nógvum gomlum fyrstudeildarleikarum.
Tað vóru eisini skálamenn, sum løgdu seg á odda í dystinum við máli sum Alexandur Johansen gjørdi. Gleðin var tó stokkut, tí tað gekk ikki so øgiliga long tíð áðrenn HB fekk eitt brotsspark. Hendingin minti ikki sørt um tað sum hendi í dystinum millum Føroyar og Bosnia mikukvøldið í seinastu viku. Ein leikari, sum var á veg út úr brotsteignum fekk eitt skump í ryggin og fór um koll.
Dómarin dømdi brotsspark og tað setti Jóannes Jakobsen í netið til hálvleiksstøðuna 1-1.
Vit hava skilt, at ikki allir skálamenn vóru samdir við dómaranum, men tað er nú einaferð hann sum hevur seinasta orðið.
Trý mál í átta minuttir
Seinni hálvleikur var ikki meiri enn byrjaður tá HB legði seg framum. Rógvi Joensen fekk møguleikan og hann legði HB framum 2-1. Bert tveir minuttir seinni var sami leikari aftur á røttum stað til røttu tíð, og hann økti um HB leiðsluna til 3-1.
Nú var sjálvandi vandi fyri, at skálamenn fóru at missa fótafestið, men so var ikki. Minuttin eftir var Bogi Gregersen á blettinum og minkaði um munin til 3-2. Bogi Gregersen er ikki ókendur sum málskjútti hjá skálamonnum. Í fjør var hann toppskjútti á liðnum, meðan teir leiktu í triðju deild.
Veteranurin fekk mál
Skála hevði nú aftur fingið vónina um eitt líkinda úrslit. Teir trýstu tað teir dugdu á HB-verjuna, og tíggju minuttir eftir at Bogi hevði minkað um munin, var veteranurin á Skálaliðnum Asbjørn Mikkelsen á blettinum og javnaði til 3-3.
Skála fekk horna og bólturin varð sendur inn fyri. Eingin HB-ari fekk fatur á bóltinum, sum endaði hjá Asbirni. Hann tamdi bóltin við lærinum, og smekkaði hann síðani í kassan. Stutt frammanundan hevði Asbjørn havt tvær naskar royndir. Onnur fór beint fram við málinum, meðan hin ? ein skallari ? brast í tvørstongina.
Hóast Asbjørn er 43 ára gamal, so er hann framhaldandi ein framúrskarandi fótbóltsleikari. Higartil í ár hevur hann ikki leikt so nógv, men tað er eingin loyna, at hann hevur góða ávirkan á yngru leikararnar á liðnum, og venjarin Artur Johansen dylir heldur ikki fyri, at hann er fegin um at hava veteranin við á liðnum aftur.
So nær við og tó
Skálamenn hildu fram at trýsta, tí nú høvdu teir av álvara fingið trúnna aftur og seks minuttir seinni bragdaði aftur. Bogi Gregersen gjørdist enn einaferð so leysur, at hann fekk skot á bóltin, sum streyk í mál og við eitt var Skála frammanfyri 4-3, eftir at hava verið aftanfyri 3-1 eina lítla løtu.
Men soleiðis skuldi tað kortini ikki enda. Tá tíðin var um at vera farin ? tað var í 89. minutti, kom Bernhard Petersen hjá HB at standa so væl fyri at hann setti bóltin í málið til javnleik 4-4, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Gongur framá
Hóast teir vóru aftanfyri við tveimum einu løtuna, so er venjarin Artur Johansen ikki heilt nøgdur við úrslitið.
? Tað er keðiligt, tá mótstøðuliðið skorar í seinastu løtu, men tað gerst ikki við. Tað góða er so at vit hava fingið fleiri leikarar við aftur, sum antin hava verið upptiknir av próvtøkum, av hondbólti ella verið skaddir. Hesir eru við at vera klárir aftur, og tað sæst aftur á spælinum, sigur Artur Johansen, venjari.