KÍ - B36
Sosialurin tippar: 2-2
KÍ hevur tað altíð trupult, tá norðoyastevna, sjómannadagur og Summarfestivalurin er. Bæði liðini spæla nógvar javnleikir, so eg haldi at ein javnleikur er upp á sítt pláss.
B36 er tað liðið, sum hevur spælt flestar javnleikir í ár – sjey. Meðan KÍ er tað liðið, sum hevur spælt næstflestar javnleikir – seks.
Hetta eru tvey lið, sum kunnu leypa á við nógvari ferð. KÍ hevur spælt nakrar av teimum ferðmiklastu dystinum í hesum kappingarárinum, meðan B36 í nøkrum ávísum dystum hevur víst góðan og skjótan umstillingarfótbólt, tá teir fáa rúm at spæla í.
Hetta kann blíva ein spennandi dystur við nógvari ferð og fleiri málum. Forsøgnin sigur, at tað verður ein javnleikur.
AB - Víkingur
Sosialurin tippar: 2-3
Her kundi verið upplagt at sagt, at AB vinnur, tí Víkingur tapur allar útidystirnar, men sannleikin er eisini, at AB tapir eisini allar heimdystirnar. So okkurt verður broytt eftir dystin sunnudagin. Tað, sum talar fyri AB er, at Víkingur hevur spælt hálvfinalu í steypakappingini mikukvøldið og tí hevur væl styttri hvíld til dystin.
Hinvegin, so ber tað ikki til at koma uttan um, at argjamenn bara hava fingið tvey stig í alt ár. Hóast teir hava spælt nakrar góðar dystir, so lýgur stigatalvan ikki. Víkingur fekk tveir skaðar á miðvøllinum mikukvøldið, men liðið tykist nóg sterkt til at vinna á Argjum.
AB kann ikki brúka nakað annað enn ein sigur, so teir koma ikki til at spara upp á krútið, so talan verður ikki um verjukendan dyst. 3-2/2-1 til Víking.
07V - ÍF
Sosialurin tippar: 1-2
07 Vestur tapti farna umfar týdningarmiklan dyst móti TB, sum tykist hava fingið fatur á rætta endanum. Nú byrjar at síggja hættisligt út hjá 07 Vestur, sum bara hevur tann eina sigurin at vísa á – móti TB.
ÍF er eitt av liðnum í hesum miðbólkinum, sum øll renna eftir silvurheiðursmerkinum. Teir hava víst hegnið til at koma inn í aftur dystir, tá tað hevur sæð illa út.
07 Vestur hevur bara fingið eitt stig á heimavølli seinastu tríggjar dystirnar og tað var móti AB, sum fekk ein mann útvístan tíðliga í seinna hálvleiki.
ÍF hevur hinvegin bara vunnið ein av teimum seinastu seks og tað var somuleiðis móti AB, men ÍF tykist hava munin á 07 Vestur.
NSÍ - TB (Dysturin hesa vikuna)
Sosialurin tippar: 2-0
Hyggja vit burtur frá tveimum teimum fyrstu umførinum, so hevru NSÍ vunnið fýra, spælt fýra javnar og tapt ein. Tað er ein fín úrtøka. Hyggja vit somuliðis burtur frá tveimum teimum fyrstu umførinum hjá TB, so hava teir vunnið tríggjar, spælt fimm javnar og bara tapt ein. Felags fyri bæðini liðini er, at ósigurin kom fyri oddaliðnum HB.
So talan er um tvey jøvn lið, har útiliðið hevur tvey stig færri, men hevur fyrimun av longri hvíld, tí NSÍ hevur spælt hálvfinalu mikukvøldið.
Her hevði eisini verið upplagt at lagt seg eftir einum javnleiki, men við sigrinum á Víkingi vísti NSÍ eina nýggja síðu av sær sjálvum. Ein sigur, har teir eru avgjørdir á seinasta triðinginum.
NSÍ vinnur við tveimum málum, eftir at TB móti endanum leggur seg eftir at heinta eitt málsleiðsluna hjá NSÍ.
EB/Streymur - HB
Sosialurin tippar: 2-4
Tað gongur bara ein veg hjá HB og tað er frameftir. Har eru fleiri spælarar, sum skulu vinna sær pláss á landsliðnum, so teir eru óiva tendraðir, meðan EB/Streymur hevur spælt í steypakappingin mikukvøldið.
HB trumlaði AB niður í Gundadali uttan stórvegis hóvasták og tí eru beinini frisk til at takast við verandi FM vinnararnar, sum eru komnir væl fyri seg.
Vit hava fyrr sæð nógv mál í dystinum millum hesi liðini og tað var bara fantaskiskum málmansspælið at takka, at einki mál kom seinast liðini hittust.
Ein spennandi dystur við nógvum framrættaðum spæli, har HB vinnur áleið 3-1/4-2. Kanska enntá 4-3.