Í einum greinastubba á Portalinum fyrrapartin vístu vit á, at bæði toska-og hýsuveiðan hava verið lítil í ár, samstundis sum upsaveiðan er nógv økt.
Tað eru tøl hjá Hagstovu Føroya fyri tíðarskeiðið januar til og við november, árini 2011 og 2012, sum vísa hetta. Hetta eru avreiðingar, sum eru farnar um avreiðingarskipanina.
Hyggja vit eftir øðrum fiskasløgum enn toski, hýsu og upsa, sæst, at veiðan eftir gulllaksi er nógv minkað í ár. Í fjør veiddu vit 18.728 tons av gulllaksi. Í ár var nøgdin bert 12.671 tons - ella ein minking á heili 27%.
Orsøkin til minkingina er ivaleyst, at nøkur av skipunum, sum plaga at veiða gulllaks i tíðarskeiðnum frá apríl og út í september, ein part av tíðini hava fiskað makrel í staðin.
Eitt annað fiskaslag, sum nógv minni er veitt av í nevnda tíðarskeiði, er havtaska. Í 2011 veiddu vit 1.717 tons av havtasku, men í 2012 var talið fyri somu mánaðir bert 723 tons, sum er ein minking á heili 42%.
Hinvegin er veiðan eftir svartkalva økt. Í 2011 fiskaðu vit frá januar til og við november 1.763 tons av svartkalva, men í ár var veiðan 2.451 tons, sum er ein vøkstur á 39%.