Hetta hevur verið eitt avbera friðarligt vikuskiftið.
Tað staðfesta tey á løgreglustøðini í morgun.
Men tey siga eisini, at tað er einki óvanligt í, at vikuskiftini eru friðarlig, tí tey siga, at tað hevur verið gongdin í seinastuni, at tilburðirnir av harðskapi eru munandi fækkaðir.
Men tey siga eisini, at tað er ikki av tilvild.
– Hesa seinastu tíðina hevur løgreglan miðvíst verið til staðar í býnum í Havn um næturnar og tað hevur sína ávirkan, siga tey á løgreglustøðini.
Tey siga, at nakað fyri jól høvdu tey fleiri tilburðir av harðaskapi og fyri at tálma tí keðiligu gongdini, fór løgreglan undir eitt miðvíst átak.
Ein týðandi partur av tí er, at løgreglan er rættiliga nógv at síggja til gongu í býnum í Havn um næturnar um vikuskiftini og hvørt vikuskifti fara løgreglufólk eisini inn á skeinkistøðini at tryggja sær, at øll viðurskifti eru, sum tey eiga at vera.
At vit eru sjónlig í náttarlívinum, hevur eina sissandi ávirkan á fólk. Og koma fólk til ilnar, fær løgreglan samstundis lagt uppí, og fær sissa fólk, áðrenn tað endar við harðskapi.
Og samstundis fáa tey, sum ikki duga sær hógv, eina bót fyri at bróta politiviðtøkurnar og tað eru bøtur, sum fella rættiliga skjótt.
Og løgreglan er sannførd um, at hetta miðvísa átakið hevur borið frukt, tí tey siga, at verður hendan tíðin samanborin við somu tíð í fjør, er tað heilt munandi mini harðskaåur nú.
– Í fjør høvdu vit rættiliga nógv dømi um harðskap rundan um ársskiftið, men í ár hevur tað verið lítið og einki, siga tey á løgreglustøðini.