Nógv rán í Keypmannahavn

Løgreglan í Keypmannahavn fær støðugt fleiri fráboðanir um rán á gøtuni í høvuðsstaðarøkinum. Løgregaln sigur, at frá 2007 til 2009 vaks talið á fráboðaðum gøturánum 50 prosent.

Bara í sjálvum Keypmannahavn vóru 1.432 rán í fjør, og tað var 471 fleiri enn í 2007.

Bent Isager-Nielsen hjá løgregluni sigur við Berlingske Tidende, at tað eru fleiri greið tekin um, at støðugt fleiri professionellir ránsmenn koma úr útlondum til Danmarkar at ræna.

Samstundis hevur tað víst seg, at støðugt fleiri ránsmenn eru vápnaðir, sigur hann.