Grieg Cod Farming AS hevur í sínum rakstrarroknskapi heilar 40,9 miljónir norskar krónur í halli ? fyri skatt. Hetta er av einum umsetningi upp á einans 9,8 miljónir krónur Tað gongur striltið hjá norðmonnum at fáa lønsemi í aling av toski. Øll feløgini, sum fáast við hesa aling, hava hall ? og stór hall ? í roknskapunum.
Norðmenn ugga seg tó við, at alingin enn er á einum uppbyggingarstigi.
Feløgini Grieg Cod Farming AS og Lofitorsk AS hava bæði munandi hall í roknskapunum fyri 2006. Felags fyri allar toskaalarar í Noregi, sum hava latið inn roknskap fyri 2006, er, at feløgini hava hall.
Rakstrarætlanirnar halda ikki, og ein orsøk er, at nógv yngul doyr, áðrenn tað blívur til nakað.
Grieg Cod Farming AS hevur í sínum rakstrarroknskapi heilar 40,9 miljónir norskar krónur í halli ? fyri skatt. Hetta er av einum umsetningi upp á einans 9,8 miljónir krónur.
Lofitorsk AS stendur seg frægast.
Av einum umsetningi upp á 13,2 miljónir norskar krónur, hevði Lofitorsk AS eitt hall í fjør upp á 3 miljónir krónur fyri skatt.
- Samanbera vit okkum við aðrar toskaalarar við eini árligari framleiðslu upp á 300 tons, eru vit nøgdir við úrslitið.
Dag Hansen, dagligur leiðari, sigur, at í fjør fekk Lofitorsk 37,10 krónur í miðal fyri kilo.
- Miðalvektin á fiskinum, tá hann varð tikin eftir at hava gingið í nótunum í tvey ár, var 3,6 kilo, sigur Dag Hansen.