Nógv stór tiltøk verða avlýst hesa næstu tíðina

Løgmaður hevur nú boðað frá, hvat ber til – og hvat ikki ber til hesa næstu tíðina

 

 

Á summum økjum fáa vit størri frælsi, men á øðrum økkum verða eisini stórar avmarkingar.

Taðer niðurstøðan, nú Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur boðað frá, hvussu virksemið í landinum so spakuliga kann økjast aftur hesa næstu tíðina.

Í sambandi við korona-kreppuna er nógv lagt lamið, men herfyri fóru børn aftur í barnagarðar og í vøggustovur og nøkur børn fóru aftur í skúla.

Men nú mánadagin, 4. mai, verða koronatiltøkini linkað enn meiri, og tað vera tey í kjalarvørrinum á, at eingin føroyingur er smittaður við korona í langa tíð, og at tað bara eru trý fólk, sum hava korna í løtuni.

Mánagin kunnu tannlæknar, fysioterapeutar, frisørar, vakurleikastovur, og aðrr fyritøkur, sum hava tætt samband við síni viðskiftafólk, fara aftur til arbeiðis, men tað skal vera undir skipaðum viðurskiftum, og tað merkir, at tilmælini um reinførið, o.sf.r, skulu haldast.

Men samstundis er tað greitt, at í mai og í juni verða ongar stevnur og ongir festivalar. Tað fer at raka Norðoyastevnuna í Klaksvík, Eystanstevnuna í Runavík, Sundalagsstevnuna í Hósvík og Jóansøkuna í Vági, sum allar eru í juni mánað. Dansibandsfestivalurin, sum skuldi vera í Vági hetta vikuskiftið, er longu útsettur. Og tað fer eisini at raka coyntry- og bluesfestivalin í Sørvági um eina góða viku, og ikki minst fer tað at raka Voxbotn, festivalin í Havn, sum er ein av teimum stóru festivalunum.

Einaferð í mai verður so kunngjørt, hvussu verður við G-festivalinum, Summarfestivalinum, Ólavsøkuni, og øðrum stórum tiltøkum, sum annars skulu verða seinni í summar.

Samstundis er tað framvegis tilmæli, at matstovur, og annað, lukkar klokkan 10 um kvøldið.

Men løgmaður sigur, at samstundis verður arbeitt við eini ætlan fyri, hvussu festivalar kunnu fáa eindurgjald fyri útreiðslur, teir hava havt.

Higartil hevur tilmælið verið, at vit skulu ikki savnast í bólkum, sum eru størri enn 10 fólk, men mánadagin kunnu vit vera 50 fólk saman – men vit skulu kortini vera minst tveir metrar frá hvørjum øðrum.

Men í kirkjum og samkomum kunnu vit vera 100 fólk saman - men við størstu virðing fyri tilmælunum um at vera minst tveir metrar frá hvørjum øðrum

– Tað er tí at vit virðismeta tað, at fólk skulu sleppa at fylgja næstringum og vinfólkum til gravar, sigur løgmaður.