Kvinnuhondbóltur
Jákup Mørk
Hóast VB yvir høvur hevur verið besta kvinnuliðið hetta kappingarárið, so er einki dulsmál, at sterki heimavøllurin hevur verið ein av hornasteinunum í tráðanini eftir oddasessinum.
Soleiðis hevur ikki bara verið í ár. Í lágu høllini við Eiðið kunu áskoðararnir aloftast skapa eina atmosferu, soleiðis at gestirnir veruliga kenna seg á útivølli, og hetta hevur í nógvum førum lyft liðið seinasta pettið móti sigrunum, sum nú loksins tykjast føra gull við sær.
Bitu frá sær
Tí var heldur einki at ivast í, at VB vóru stórfavorittar, tá Kyndil vitjaði sunnudagin. Fryst og fremst tí VB alt árið hevur havt eitt sera gott tak á Kyndli, og ikki minst tí Kyndil er nakað skert í løtuni, nú Lotte Sørensen ikki er tøk vegna skaða.
Tað bleiv tó ongan tíð nakar sjampanjuhondbóltur hjá heimliðnum sunnudagin. Til tess var spenningurin í dystinum alt ov stórur.
Kyndil var nevnliga als ikki komið suður við nøkrum ætlanum um at leggja seg niður. Hóast Fyrstu løtuna gekst tó ikki so væl, tá tær ikki vóru nóg ansnar, soleiðis at VB fekk nøkur skjót kontra-mál, men eftir hetta fingu tær gott tak á.
Fyrst og fremst royndu tær at sleppa undan at geva ov nógvar bíligar bóltar frá sær, og tá verjan fyrst var komin upp á pláss, var aloftast sera trupult hjá VB at vinna seg ígjøgnum.
Spakuliga otaði Kyndil seg longur og longur fram, og eitt skifti í seinna hálvleiki stóð javnleikur á máltalvuni, men so gekk aftur galið. Ivaleyst var tað eisini so, at orkan ikki var til at savna tankarnar nóg væl um lagda taktikkin, og so hevði VB neyðuga yvirskotið. Mistøkini frá teimum grønu vórðu náðisleyst revsaði, og alt tóktist avgjørt, tá munurin aftur var komin upp á fýra mál.
Men Kyndil gjørdu tó ein seinasta vørr. somikið nógv varð sett á, at munurin fekst niður aftu á tvey mál, men tá so VB í næst seinasta minuttinum økti enn einaferð, var liðugt hjá Kyndli.
Hepni skal til
Og nú er tað eisin næstan staðfest, at tað eisini er liðugt hjá hinum liðunum. Við sigrinum helt VB í øllum førum fast um leiðsluna í oddinum, har tær eru fýra stig undan restini.
Og við trimum dystum eftir ? harav tveir á heimavølli ? er ilt at síggja, at tað nú kann kiksa. Hesa ferð vóru nervarnir kanska eisini viðvirkandi til, at støðan gjørdist so spent, men sum ikki einaferð, so megnaðu tær aftur her at koppa marginalunum í sín lut. Ein dygd, sum hevur eyðkent liðið alt árið, og sum kanska er týdningarmesta orsøkin til, at liðið liggur somikið væl fyri. Hepnið vilja summi kanska vera við, men hepnið kemur so ikki av sær sjálvum. Hepnið kemur til tann, sum leitar eftir tí, og annars man tað vera langt síðani, at nakað lið er vorðið føroyameistari uttan nakran sum helst form fyri hepni.
Dysturin í tølum
VB-Kyndil 26-24 (13-12)
Málskjúttar:
VB: Daiva Toumaite 9(3). Reda Kurkauskiene 7(1), Rannvá Augustinussen 6, Mary Krosslá 3, Gurið Mortensen 1
Kyndil: Sonja Smiljic 9(3), Annika Ljósstein 4(1), Ann Mari Wang 4, Iliana Manolescu 4, Jensia Petersen 2, Sabina Frølund 1
Brotskøst: VB 5, Kyndil 6
Útvísingar: VB 1, Kyndil 2
Dómarar úr TB: Kári Niclasen & Birgir Dimon