Nógv tær flestu inntøkurnar stava uttanlands frá

Nú tað endiliga eydnaðiast at fáa eina av stóru fótbóltstjóðunum í bólk við Føroyum, stóð millumrokningin við UFA á trimum milliónum krónum

Kassin hjá Fótbóltssambandinum er einki gullnám. Tað sæst á roknskapinum fyri 2001, sum verður lagdur fram á aðalfundinum leygardagin. Í 2001 var ársúrslitið eitt hall uppá 1,549 milliónir krónur. Í pengum, fíggjarligari áogn og materiellari støðisogn eigur FSF 9,664 milliónir krónur. Stuttfreistaða skuldin er 3,928 millliónir krónur, og langfreistaða skuldin er 4,969 milliónir krónur. Eginpeningurin er seinasta árið næstan minkaður niður í helvt ? úr 1,247 milliónum krónum og niður í 0,767 milliónir krónur.
Av stuttfreistaðu skuldini er størsti parturin ein kassakredittur upp á knappar tríggjar milliónir í Føroya Sparikassa, og av langfreistaðu skuldini eru knappar tríggjar milliónir millumrokning við UFA.
Í hesum seinna liggur, at UFA í sáttmálanum við FSF um sjónvarpsrættindini hevur tryggjað Fótbóltssambandinum árligt útgjald til fígging av rakstrinum. Tað vil siga, at sjálvt um tað ikki eydnast UFA at fáa stórar inntøkur fyri sølu av sjónvarpsrættindunum til heimadystirnar hjá Føroyum, so veita teir kortini støðugar upphæddir til FSF. Hesar upphæddirnar verða settar á millumrokningina, og so verður bíðað og vónað, at luturin í næsta lutakastinum verður so mikið góður, at tað fer at renna hinvegin.
Tað er hetta síðsta, sum nú er komið fyri. At Føroyar eru komnar í bólk saman við Týskalandi vil siga, at UFA fær nógvar pengar fyri rættindini at sjónvarpa dystin, sum 11. juni komandi ár fer at verða spældur í Føroyum ímóti Týskalandi. Tað kemur FSF til góða, og harvið fer millumrokningin at minka heilt nógv og ivaleyst at hvørva. Eftir lutakastið segði Torleif Sigurðsson, sum inntil eftir aðalfundin leygardagin verður FSF formaður, at lutakastið bar átta millónir í meirinntøku við sær til Fótbóltssambandið. Millumrokningin er tríggjar milliónir.
Hepna lutakastið, heimadysturin ímóti Skotlandi 7. september og bara ein uttanlandsferð við landsliðnum í ár ? til Litava og Týskaland miðskeiðis í oktober ? fer ivaleyst at síggjast aftur í fíggjarætlanini fyri 2002. Fíggjarætlanin plagar at verða løgd fram á aðalfundinum.

Dryppar á feløgini
Altjóða virksemið hjá føroyskum fótbólti kastar eisini nógv av sær til fótbóltsfeløgini. Sambært roknskapinum hava feløgini tilsaman í 2001 fingið 1,796 milliónir krónur úr Menningargrunninum hjá UEFA.
Hetta er ivaleyst tann upphæddin, sum tey feløgini hava fingið, sum ikki luttóku í Europa Cup kappingunum. Samlaða upphæddin, sum feløgini í Europa Cup fingu, sæst ikki í FSF roknskapinum. Tann upphæddin eigur at liggja eitt sindur omanfyri tvær milliónir krónur. Tað vil við øðrum orðum siga, at altjóða fótbóltsvirksemi hevur givið føroysku fótbóltfeløgunum umleið fýra milliónir krónur. Og tað er ikki so lítið, sjálvt um eitt sindur skal dragast frá, tí feløgini í Europa Cup hava havt útreiðslur av luttøkuni.

Landsliðini kosta nógv
Fótbóltssambandið hevur tvær høvuðs inntøkukeldur. Onnur er studningur, og hin er kappingarnevndin. Í fjør var yvirskotið av kappingunum heima á landi eitt yvirskot upp á 0,322 milliónir krónur. Studningarnir vóru uppá 6,642 milliónir krónur. Nógvu tær størstu upphæddirnar komu úr útlandinum. UEFA rindaði 1,525 milliónir frá síðstu EM kappingini, FIFA stuðulin var 1,507 milliónir krónur, og stuðulin til FSF frá UEFA í sambandi við Europa Cup kappingarnar var 1,666 milliónir krónur. Studningurin frá landskassanum var 0,993 milliónir krónur.
Altjóða arbeiðið hjá FSF kostar nógvar pengar. A?landsliðið kostaði netto 2,576 milliónir krónur. Størstu inntøkurnar vóru frá áskoðarunum, frá sjónvarpsrættindunum og frá sponsorunum. Hesar upphæddirnar vóru ávikavíst 1,083, 0,817 og 0,648 milliónir krónur.
Tríggjar tær størstu útreiðslurnar vóru ferðing, endurgjald/samsýning til spælararnar og innivist og kostur. Tað vil siga ferðaútreiðslur í sambandi við venjingarlegu og dystir, dagpengar og bonuspengar til spælararnar og hotel og matur. Hesar upphæddirnar vóru ávikavíst 1,448, 1,120 og 0,856 milliónir krónur. Venjarasamsýningarnar vóru 0,529 milliónir krónur. Nógv tann størsti parturin av hesum var løn hjá Allan Simonsen.
Í miðal kostaðu hini landsliðini FSF umleið eina hálva millión í part. U?17 landsliðið kostaði 0,593 milliónir, U?19 0,568 milliónir krónur, U?15 0,274 milliónir, U?19 kvinnulandsliðið 0,329 milliónir krónur, og kvinnulandsliðið, sum luttók í Oyggjaleikunum, kostaði 0,339 milliónir krónur.
At umsita Fótbóltssambandið kostar ikki so lítið. Samlaðu útreiðslurnar til umsiting vóru í fjør 3,408 milliónir krónur. Størsti einstaki posturin var lønarútreiðslurnar, sum vóru 0,981 milliónir krónur.