Nógv tilboð uppá eldraíbúðir

Kostnaðarmetingin fyri arbeiðið at gera eldraíbúðir undir Kráarbrekku í Klaksvík fer at halda

 

Klaksvík: Seinnapartin mánadagin vórðu tilboðini til arbeiðið at gera eldraíbúðir undir Kráarbrekku í Klaksvík latin upp.

Arbeiðið varð boðið út í pørtum fyri at fáa fleiri at bjóða, og tað eydnaðist eisini.

? Vit hava fingið 20 tilboð til tey ymsu arbeiðini, og hóast nógv er at gera í løtuni, halda vit, at tað er kapping um at fáa ymsu arbeiðini. Í hvussu er fer kostnaðarmetingin fyri arbeiðið at halda, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.

? Vit halda okkum tó síggja, at feløgini í Norðoyggjum og Eysturoy hava latið lægri tilboð enn feløg í Havn, sigur hann.


Byrjaðir at gera sambýli

Nú skulu tey ymsu tilboðini kannast væl, áðrenn støða verður tikin til, hvør skal gera tey ymsu arbeiðini. Fleiri av lægstu tilboðunum eru jøvn, og tí er neyðugt at samanbera tey, áðrenn nøkur støða verður tikin.

Arbeiðið at byggja eldraíbúðirnar undir Kráarbrekku skal byrja sum skjótast, og klárt er at fara í gongd, tí grivið er út fyri íbúðunum.

Í eldraøkinum verður eisini eitt sambýlið, og arbeiðið at gera hetta sambýlið er farið í gongd. Tað er Kanjon, sum hevur fingið betongarbeiðið, meðan Jan Nielsen skal gera timburarbeiðið.

Sambýlið skal verða klárt komandi ár, meðan alt eldraøkið skal standa liðugt í 2003.

Stórur áhugi hevur verið millum fólk fyri at fáa eina av íbúðunum undir Kráarbrekku, og Klaksvíkar kommuna hevur fingið eina ørgrynnu av umsøknum til hesar íbúðir.