Nógv tiltøk við Shellstøðina

Í sambandi við at Shellstøðin í Klaksvík bæði er blivin størri og rúmligari, verða tiltøk uttan fyri støðina í leygardagin 1. apríl. Millum annað verður Heilsurenning, hoppiborgir og motorsúkklur


 
Tiltøk
 
Fyri nøkrum vikum síðani flutti Bilservice við Thedor Fonn úr Shellstøðini og út í bygningin hjá Jan Joensen á Skarðhamari. Leiðarin hjá Shell í Norðoyggjum, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Niclas Heri Jákupsson&quot;$?$end$!$Niclas Heri Jákupsson</st1:PersonName$?$end$!$ sigur, at so skjótt sum bilverkstaðið var tøkt, fluttu tey goymsluna inn á bilverkstaðið og fingu fyrrverandi goymsluna uppí handilin. <BR>Í dag eru handilin dupult so stórur og var hetta stigið neyðugt, um vit skuldu fylgja við í kappingini., sigur Niclas Heri. Hann metur, at sjálvt um tað mangan kann verða praktiskt, so er tíðin farin frá, at bilverkstøð eru knýtt at bensinstøðum. Handilslívið í Klaksvík stendur fyri einari spennandi tíð, og er tað heilt natúrligt at vit økja um handilin og vaksa um tilboðini., sigur hann.
Í sambandi við hesa umbyggingina, verður skipað fyri ymiskum tiltøkum leygardagin 1. apríl. Talan verður um heilsurenning, hoppiborg til børn, umframt at støðin fer at hava fleiri tilboð hendan dagin. Shell fer eisini at handa monnunum hjá Mjølnum eina peningagávu fyri teirra avrik í steypakappingini.
Á økinum við Shellstøðina fáa allir norðoyingar eisni høvið at síggja motorsúkklurnar hjá limum í Norðoya MC-Felag. súkklurnar verða sýndar fram millum 12 og 16. Eisini fáa børn møguleikan at sleppa ein motorsúklutúr.
Norðoya MC-felag varð stovnað fyri tveimum vikum síðani, sum avleiðing av vaksandi áhuganum fyri motorsúkklum í Klaksvík. Hesin áhugi hevur verliga tikið dik á seg, nú fasta sambandi brátt er veruleiki.