Nógv útlendsk skip undir Føroyum

Seinastu tveir mánaðarnar hava nógv útlendsk skip verið í føroyskum sjóøki.

 

Seinastu tveir mánaðarnar hava nógv útlendsk skip verið í føroyskum sjóøki. Talið hevur ligið millum 9-23, stendur í einum pressuskrivi, sum Færøernes Kommando hevur givið út. í dag vóru 21 útlendsk skip í føroyskum sjógi. Harav vóru 11 norskir línubátar, seks enskir trolarar og fýra franskir trolarar.

Flogfarið hjá donsku sjóverjuni undir Føroyum hevur seinastu tveir mánaðarnir ikki lagt merki til ólógligan fiskiskap í føroyskum sjógvi.