Klaksvík
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag hevur einar 250 limir, og tá fiskavirkið á Kósini læt aftur seint í 2008, mistu millum 40 og 50 av limum felagsins arbeiði.
Í Klaksvík eru arbeiðsmenn og arbeiðskvinnur í hvør sínum felag, og tá Kósin stongdi, mistu út við 100 kvinnur, sum eru limir í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, arbeiði.
Soleiðis høvdu umleið 140 limir í hesum báðum feløgum sítt starv á Kósini – eitt stórt arbeiðspláss, sum í løtuni ikki er meira, og sum eftir øllum at døma verður stongt í minsta lagi eina tíð aftrat.
Bert tos
Arthur Guðjónsson sigur, at sum formaður í arbeiðsmannafelagnum hevur eingin vent sær til hansara við nøkrum nýggjum um Kósina.
- Vit hoyra nógvar søgur, og nógv verður tosað, men eg havi einki ítøkiligt hoyrt um nakað, og søgurnar kunnu vit ikki brúka. Eingin hevur sett seg í samband við okkum um nakað sum helst ítøkiligt.
Áður var vanligt, at arbeiðarafeløg áttu part í vinnuliga virkseminum á staðnum, men hetta er í flestu førum ein farin tíð.
- Nei, vit áttu onga krónu í Kósini, tá virkið læt aftur, og eg havi skilt, at arbeiðskvinnufelagið heldur ikki átti part í virkseminum, sigur Arthur.
Av bygdini
Formaðurin í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag sigur, at síðan virksemið á Kósini helt upp at, hava nakrir av limum felagsins fingið arbeiði aðrastaðni, eitt nú í Leirvík og á Skálafjørðinum.
- Men tað eru serliga tey yngru, sum eru farin av bygdini at finna sær arbeiði, meðan aðrir limir enn ganga arbeiðsleysir.
Á leið sama mynstur man síggjast hjá limunum í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Arthur Guðjónsson harmast um, at stóra arbeiðsplássið, sum Kósin í Klaksvík hevur verið gjøgnum so mong ár, framhaldandi liggur uttan vinnuligt virksemi – og uttan, at nakað ítøkiligt røkist fyri, at virkið letur uppaftur í bræði.
Útlit til fisk
Sjálvur hevur arbeiðsmannafelagsformaðurin arbeitt á Kósini í nøkur ár, og meðan JFK og Hanus Hansen ráddu fyri borgum, var hann eitt nú formaður fyri skering og salting.
- Seinnu árini havi eg so bara verið vanligur arbeiðsmaður á virkinum, leggur hann aftrat.
Fyrst í komandi ári hevur Arthur Guðjónsson verið formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag í tvey ár.
- Sambært útlitunum, sum fiskifrøðingar nú hava lagt fyri dagin, sær ikki so galið út á landgrunninum. Tí kunnu vit bert vóna, at hetta fer at eggja íleggjarum at taka neyðug stig, sum kunnu føra til, at virksemið aftur verður á Kósini, sigur formaðurin í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, sum tó noyðist at ásanna, at felagið einki ítøkiligt ”preið” hevur fingið av nøkrum sum helst slag.