Nógv truplari at vera lógbrótari í Føroyum

Landsstýrið ætlar nú at geva løgregluni í Føroyum slóðbrótandi amboð at uppklára brotsverk við, næstu framtíð skal DNA roynd goymast av øllum, sum verða dømd fyri álvarslig brotsverk

Nú fer tað at verða munandi tórførari hjá lógbrótarum at goyma seg fyri løgregluni.

Tað ætlar Annika Olsen, landsstýriskvinna, sær at syrgja fyri.

Hon sigur, at hon nú fer at arbeiða fyri, at lógin verður broytt, so at tað eisini skal bera til hjá løgregluni í Føroyum at gera eina goymslu, har DNA roynd av øllum lógarbrótarum, sum hava framt grov lógarbrot, skulu skrásetast.

Í løgtinginum í gjár vildi Bergtóra Høgnadóttir Joensen, løgtingskvinna, hava av vita frá landsstýriskvinnuni, um nakað røkist fyri, at løgreglan í Føroyum eisini sleppur at gera eina goymslu, har DNA royndir verða skrásettar av øllum, sum verða dømd sek í álvarsligum brotsverkum.

Í hesi skrásetingini verða DNA roynd bara goymd av teimum, sum fáa minst hjálvtannað árs fongsul.

Talan er sostatt ikki at um at goyma DNA av hvørjum bilførara, sum koyrir við kenning, ella av hvørjum innbrotstjóvi, har talan er um smáttarí.

- At taka DNA roynd av fólki hevur púra onki upp á seg, tí tað er krevst ikki meiri enn at taka ein dropa av spýtti upp á ein vattpinn.

Hon vísti á, at í øðrum londum er DNA skrásetingin eitt ómetaliga hent amboð í royndunum hjá løgregluni at loysa tórfør brotsverk, eisini brotsverk, sum annars aldrin høvdu verðið uppklárað.


Tekur málið upp

Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at orsøkin til, at tað ikki ber til, at gera eina DNA goymslu í Føroyum, er at rættargangslógin ikki er dagførd.

Og eftir rættargangslógini, sum nú er í gildi fyri Føroyar, er ikki loyvi at skipa eina DNA goymslu.

Annika Olsen vísti annars á, at longu í 2005 vildi fútin hava landsstýrið at taka støðu til um løgreglan í Føroyum eisini skuldi fáa møguleikan at skráseta DNA royndir og leggja tær á goymslu, men tað datt niðurfyri, tí rættargangslógin forðaði tí.

Rættargangslógin er donsk og tískil er tað fólkatingið, sum skal samtykkja broytingar hana.

Arbeitt verður við at dagføra rættargangslógina fyri Føroyar, men hóast áheitanina frá fútanum, er tann parturin, sum heimilar løgregluni at skipa eina DNA goymsla, ikki við í teimum broytingunum.

Og hon ivast í um tað ber til at fáa hendan partin við í hesum umfarinum

Annika Olsen vísti annars á, at longu í 2005 vildi fútin hava landsstýrið at taka støðu til um løgreglan í Føroyum eisini skuldi fáa møguleikan at gera eina DNA goymslu, men tað datt niðurfyri, tí rættargangslógin forðaði tí.

Men Annika Olsen staðfesti eisini, at hon er hugað fyri at geva løgregluni í Føroyum hendan møguleikan og tí fer hon seinni at heita á donsku ríkismyndugleikarnar um at gera neyðugu broytingarnar í rættargangslógini.

Annars vísti hon á, at í næstu framtíð skal hon á fund við danska ráðharran, Brian Mikkelsen og hon heldur, at hetta hevði verið eitt gylt høvi at tikið spurningin upp.

- Hetta er sera týdningarmikið og tað er uttan iva skilagott at fáa eina DNA skráseting í Føroyum

Les eisini greinina: DNA stendur ovarliga á ynskilistanum hjá løgregluni.