Gongst sum ætlað, verður nógv umrøddi forstjórin fyri øllum teimum trimum sjúkrahúsunum settur í hesi vikuni.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Hon sigur, at fríggjadagin fekk hon tilmæli frá setanarbólkinum um, hvør er tann best egnaði umsøkjarin at fáa starvið og avgerðin verður tikin í hesi vikuni.
Tað vóru 12 umsøkjarar til starvið og seinastu tíðina hevur setanarbólkurin brúkt upp á at viðgera umsóknirnar og at gera eitt tilmæli til landsstýriskvinnuna.
Tann nýggi forstjórin fær ovastu ábyrgdina av teimum trimum sjúkrahúsunum, saman við stjóranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og stjóranum á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Men hann skal eisini verða stjóri fyri Landssjúkrahúsið.
Sostatt skulu tey trý sjúkrahúsini hereftir leggjast saman, undir einum felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahúsverkið, har sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið verður forstjóri.
Bygnaðurin frameftir verður sostatt eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, og við tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu leiðsluna av smærru sjúkrahúsunum, eisini vera stjórar fyri alt sjúkrahúsverkið.
Sirið Stenberg sigur, at ein tann fyrst stóra uppgávan hjá nýggja stjóranum verður at skipa ein felags bíðilista til øll trý sjúkrahúsini fyri at gagnnýta sjúkrahúsini betur og fyri at stytta bíðilistarnar mest møguligt. Ein onnur stór uppgáva verður at royna at fáa fleiri læknar til Føroya at arbeiða.s
Tað eru ikki øll, sum hava verið so fegin fyri at øll trý sjúkrahúsini verða løgd undir eina felags leiðslu, serliga úr Norðoyggjum hevur mótstøðan verið stór.
Men Sirið Stenberg heldur, at sum frá er liðið hava øll ásannað, at einaseti vegur fram er at samskipa sjúkrahúsini, og hon er eisini sannførd um at talan verður um eina góða loysn fyri øll trý sjúkrahúsini, og fyri sjúklingarnar.
Hon sigur, at tað verður ein hornasteinur í arbeiðnum at menn øll trý sjúkrahúsini, at tey verða løgd undir eina felags leiðslu.