Norsk hagtøl vísa, at munandi fleiri fólk í aldrinum 20 til 25 ár eru arbeiðsleys nú enn fyri fáum árum síðani. Bara hetta seinasta árið er arbeiðsloysið í hesum aldursbólkinum vaksið heili 36 prosent.
Kjell Underlid, sum starvast sum granskari á lærda háskúlanum í Bergen, sigur við Aftenposten, at tað er eitt stórur missur fyri norska samfelagið, at so nógv ungfólk eru arbeiðsleys. Hann sigur, at eyðkennini hjá hesum aldursbólkinum eru orka, mót, hugflog og dirvi at váða nakað, og tað er júst hesum eginleikum, sum norska samfelagið hevur tørv á júst nú.
Norskir politikarar siga seg eisini vera ørkymlaðar av, at arbeiðsloysið millum tey 20 til 25 ára gomlu er vaksið so nógv. Victor D. Norman, arbeiðsmálaráðharri, sigur, at tað er umráðandi, at tey ungu standa fremst í røðini, tá arbeiði er at fáa.