Nógv virksemi á flogvøllinum

Tað, sum løgreglan hevur at gera í Vágum, er á flogvøllinum

Løgreglan í Vágum sigur eins og hinar støðirnar, at hon ikki hevur havt tað stóra at takast við tá tað kemur til herverk og líknandi.

? Tað hevur verið púra friðarligt í so máta, sigur vakthavandi á støðini í Miðvági, men leggur hann afturat, at teir hava ríkiligt at takast við á annan hátt.

? Vit eru jú á flogvøllinum hvønn dag og í hesum mánaðinum, nú øll skulu heim til jóla, hava vit havt úr at gera. Eg haldi ikki at tað nakrantíð hevur verið so stórt virksemi um flogvøllin, sigur vakthavandi á støðini í Miðvági.