Nógv virksemi í Havnardali um vikuskiftið

Leygardagin 13. mars var ToppRoss innandura kapping í fjórðgongd og sunnudagin 14. mars var ungdómshestacup fyri børn og ung. Tiltøkini vóru bæði í Tølthøllini í Havnardali.

 

Byrjað varð leygarkvøldið kl. 19 við fjórðgongds-kappingunum V5 og V1. V5 er ein lættari flokkur, sum er ætlaður teimum, ið ikki eru so roynd. Tá verður riðið eftir “speakers command”, har fýra gonguløg skulu vísast: Tølt, trav, fet og lop. Tvey-trý pør eru inni í senn. Úrslitini síggjast niðast í hesi greinini.

Síðani varð kappast í V1, har eitt og eitt par koma inn og ríða eitt programm, har hesi gonguløg skulu vísast: Spakuligt tølt, skjótt tølt, trav, fet og lop. Luttakararnir velja sjálvir í hvørji raðfylgju, gonguløgini verða riðin. Úrslitini síggjast niðast í hesi greinini.

Nýggj skipan til dómaratølini

Føroyskt Íslandsrossafelag hevur júst gjørt íløgur í nýggja profesionella útgerð til kappingar. Hendan skipanin varð fyrstu ferð brúkt til kappingarnar í vikuskiftinum og vísti seg at roynast sera væl. Øll dómaratølini verða tastað beinleiðis inn í forritið Sportfengur, sum roknar út so hvørt, hvør miðal-karakterurin er, og hvussu plaseringin hjá ymsu pørunum er. Eisini ber til at síggja programm, startlistar, luttakarar og úrslit live á appini “LH Kappi”, sum kann takast niður á appstore og google play.

Ungdómshestacup

Sunnudagin var næsta ungdómshestacup í ár, har kappast var í einkultum gonguløgum umframt T1, T2 og V1. Í einkultu gonguløgunum, ber til at melda til fet, trav, lop ella tølt. Í V1 verður riðið á sama hátt, sum tey vaksnu ríða, sí omanfyri. T1 og T2 eru tøltkappingar burturav, har rossið skal vísa tølt á ymsar hættir.

Úrslitini í vikuskiftinum vóru hesi:

Fjórðgongd, V1:

1. Knút Lützen og Kári frá Ásbrú

2. Ester Dahl á Heygum og Vorboði fráAkurgerði

3. Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Kamilla frá Árbakka

Fjórðgongd, V5:

1. Bryndis Hjartardóttir og Kráka frá Ósabakka 2

2. Nina Brockie og Blússa frá Forsæti

Á einum deildum 3. plássi:

Beinta Poulsdóttir Debes og Eyja frá Hurðarbaki

Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu

Ungdómshestacup:

Tøltkapping, T1:

1. Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum

2. Oskar í Haraldstovu Weihe og Máttur frá Úlfsstöðum

3. Elisabeth Niclasen og Litbrá frá Brávöllum

Slakteymatølt, T2: 

1. Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði

2. Lív Hilduberg Heinesen og Hárekur úr Marknagili

3. Bertha Maria D. Nordendal og Krapi fra Enighed

Fjórðgongd, V1:

1. Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði

2. Bertha Maria D. Nordendal og Krapi fra Enighed

3. Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum

Einkult gonguløg:

Fet:

1. Karin og Gígur

2. Bjørk og Verðandi

3. Boas og Bjørk

Trav:

1. Bjørk og Verðandi

2. Ása Maria og Huginn

3. Bertha og Sproti

Lop:

1. Ása Maria og Huginn

2. Yrsa og Fákur

3. Elin og Ísar

Tølt:

1. Ása Maria og Huginn

2. Bjørk og Kongur

3. Yrsa og Fákur