Nógv vitjandi á Planet.fo

Planet.fo slóg sítt egna met fyri vitjandi í farnu viku, við 14.425 brúkarum sambært vevmátingarlistanum hjá Gallup og liggur í farnu viku á tryggum øðrum plássi.

 
 
Nýggjur vevmátingarlistið hjá Gallup verður almannakunngjørdur hvørja viku, og hesa vikuna eru fleiri síðir, ið sláa egin met. Millum aðrar planet.fo, sum vanliga kappast við sportal.fo og nummar.fo um annað pláss á listanum aftan fyri portal.fo. Hesa vikuna er talið á vitjani á planet.fo farið upp við 33,2%. Eisini talið á vitjanum 32.445 og á sýndum síðum 106.019 eru munandi hægri enn vikuna fyri.
Men planet.fo er sambært gallup.fo ikki einasta heimasíða, ið tekur egið met eisini bio.fo við 1.068 brúkarum, televarp.fo við 1.003 brúkarum, vinnuvitan.fo við 662 brúkarum, trade.fo við 376 brúkarum sláa egið met.