Seinastu dagarnar eru nógvar avtalur gjørdar á Toftum. B68 boðar á heimasíðu síni frá, at felagið hevði longt sáttmálarnar við Jóhan Petur Poulsen og Kristian Anthon Andreasen. Talan er um tveyára sáttmálar. Báðir tveir hava teir verið nógv raktir av skaðum, men sambært heimasíðuni hjá B68 eru teir við at koma fyri seg aftur. Ivasamt er tó, um teir koma at gera seg galdandi á besta liðnum í ár. Umframt tað boðar B68 frá, at Jóhan Dávur Højgaard og Jóhan Petur Poulsen eru settir sum ungdómsvenjarar hjá B68 fyri tey bæði komandi árini. Eisini heldur Johnleif Gerðisá áfram sum samskipari hjá B68.