Nógvar ábreiðslur

Kappingarnevndin hjá HSF vil hava skil á kringstøðurnar, tá hondbóltsdystir verða spælir í Høllini á Hálsi í Havn

Hondbóltur

Áskoðararnir skulu úr horninum móti kantinuni. Neistin skal hava betri skil á dómaraborðinum. Og Kyndil skal hava betri skil á sínum áskoðarum.
Hetta eru millum annað ábreiðslurnar, sum Kappingarnevndin hjá HSF hevur sent teimum báðum havnarfeløgunum, tá nevndin hevur viðgjørt dómarafrágreiðingina um dystin.

Feløgini eiga sítt
Hvørki av feløgunum sleppur undan ábreiðslum, Neistin hevði undir dystinum ábyrgdina av dómaraborðinum, og tann ábyrgdina skal felagið taka í nógv størri álvara, skilst. Hvørt talan er um persónarnar við dómaraborðið ella um umstøðurnar kring sama borð, hava vit ikki fingið staðfest, men røddir hava verið frammi um, at talan er um blanding av báðum lutum.
Og Kyndil hevur fingið eina áheitan um, at felagið í størri mun fær áskoðarar sínar at sína rættan ítróttaranda. Sum skilst, so inniheldur dómarafrágreiðingin ikki nakað serstakt petti um einstøku áskoðararnar. Men í rokinum eftir dystin vóru í øllum førum fleiri av hesum inni á vøllinum, har teir søgdu sína meingin við dómarar og dómaraborð.

Áskoðarahornið
Og at enda verður so eisini ein ábreiðsla send móti umstøðunum hjá áskoðarum at hyggja at dysti á Hálsi.
Serstakliga tosar HSF um hornið, sum vendir móti kantinuni í ítróttarhøllini. Her hevur verið vanligt, at ein kjarna av Kyndils-áskoðarum stendur til dystir, og tað er komið fyri áður, at dómarar hava víst hesum áskoðarum á annað pláss at sita. Ella enntá víst hesum burtur úr høllini.
Tað varð so ikki gjørt í grannauppgerðini herfyri, men sambært dómarafrágreiðingini, sum Heri Petersen og Dánjal Samuelsen hava skrivað, vilja hesir sleppa undan, at áskoðarar standa somikið nær vøllinum í framtíðini. Og tann áheitanin er tí send víðari frá Kappingarnevndini hjá HSF.