Danska politiið gjørdi í gjár hópin av húsarannsóknum, sum vendu sær ímóti skipaðum kriminaliteti.
Tilsamans var talan um 40 húsarannróknir á Sælandi, og nógvar av teimum høvdu tilknýti til rockara-umhvørvi.
Nøkur fólk vórðu handtikin, umframt at hald var lagt á skjótivápn. Eisini eru summi av teimum handtiknu undir illgruna fyri at hava selt rúsevni.
Síðstu tíðina hevur verið ófriðarligt millum rockara-harkaliðini.