Fleiri línuskip koma inn at landa í dag, og tey hava mest av toski og hýsu.
Eitt línuskip er undir Íslandi. Tað er Sandshavið, sum væntandi landar miðskeiðis í vikuni.
Eitt línuskip hevur roynt á Rygginum og landar helst eisini í dag.
Sunnudagin var ódn, og tí er væntandi, at flestu skip, sum royndu undir Føroyum, stevndu til lands í hampiligari tíð.
Streymurin verður hampiligur teir næstu dagarnar, men væntandi er, at veðrið verður skiftandi.
- Vit vænta tí ikki nógvan útróður teir næstu dagarnar, sigur Fiskamarknaður Føroya.
Allir partrolararnir, sum eru til fiskiskap, fiska upsa og koma inn at landa, sum vikan gongur.
Nakrir hava lagt til jóla.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at bara ein djúpvatnstrolari hevur verið til fiskiskap seinastu dagarnar. Hann kemur ætlandi inn at landa síðst í vikuni. Trolarin fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu.
Fríggjadagin, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, vóru tríggir trolbátar til fiskiskap. Teir fiskaðu havtasku og landa helst allir í dag.